Kyndil er komið fyri seg

Hondbóltur: Føroyameistararnir frá seinasta kappingarári vístu sunnudagin, hví tær eiga at teljast við, tá tosað verður um bestu hondbóltsliðini her á landi

Jákup Mørk


Kyndil-VÍF 26-17 (11-8)


Lagt var upp til ein rættuligan stórdyst, tá Kyndil og VÍF skuldu gera av, hvørt av teimum skal anda Stjørnuna í nakkan.

Størsta ivamálið undan dystinum var helst, um Ioana Rapa fór at vera á vøllinum, og í hvønn mun, hon er darvað av skaðanum, sum hon fekk fyri 2 vikum síðani, tá VÍF var í Klaksvík.


Nógv grammari

Tað gjørdist rættuliga skjótt greitt, at Kyndilskvinnurnar ætlaðu at forkoma øllum tosinum ujm, at dysturin um FM-gullið stendur millum VÍF og Stjørnuna.

Tær grønu vóru rætt og slætt nógv grammari enn gestirnir, og har umframt tóktist tað eisini verða greitt, at Ioana langt frá er før fyri at geva seg eins nógv, og hon kundi undan skaðanum.

Ikki tí, nøkur mál vóru at síggja frá leikandi venjaranum, men ongantíð sást tú hana fara rennandi gjøgnum verjuna, soleiðis sum vit eru von við at síggja.

Jacklin royndi tað hon var ment, til tess at halda vestmenningunum ajour, hvat málskjóting viðvíkti, men hetta var bara ikki nóg mikið, og so kundi tað bara ganga, sum tað gekk.

Ikki tí, hevði talan verið um okkurt annað mótstøðulið, so hevðI VÍF møguliga kunna fingið stig burtur úr, men sum kyndilskvinnurnar leiktu hendan dagin, skal nógv til fyri at basa teimum.

Vanliga verður tikið til, at verjan er týdningarmesti parturin á einum hondbóltsliðið, og verjan á hjá heimaliðinum riggaði eisini sera væl sunnudagin. Har umframt stóð Marita ein sera góðan dyst í málinum, har hon fleiri ferðir megnaði at verja fyri, tá vestmannagenturnar komu einsamallar móti henni.

Eisini álopsparturin riggaði væl hjá heimaliðnum, og var tað serliga Lotte, sum gjørdi um seg í hesum endanum. Sum sagt, so var tað tó serliga í verjupartinum, at heimaliðið stóð seg væl, og megna tær at halda fast um hetta, so kann tað gerast rættuliga spennandi, tá Stjørnan kemur á vitjan í komandi viku.


Ov nógv at siga?

VÍF kvinnurnar mugu so bara ásanna, at hetta ongantíð skuldi gerast teirra dagur. Verjan var ikki eins væl skipað, sum vanligt hevur verið, og í álopspartinum vóru alt ov stórar byrðar lagdir á herðarnar hjá Jacklin.

Møguliga vilja fleiri siga, at hetta bara sýnir, hvussu nógv Ioana hevur at siga fyri liðið, og er hetta eisini partvíst rætt. Hinir leikararnir hava tó áður prógvað, at tær eisini megna at gera um seg, hóast stórskjútti teirra ikki er við, og móti øðrum liðum fara tær tó helst at skava sær nøkur stig saman.

Tað tykist tó heilt vist, at uttan Ioanu megnar VÍF ikki at blanda seg í toppstríðið, men verandi fólki man tó helst vera nóg sterkt til at stríðast um heiðurskrónur av onkrum slag.

Sjálvandi kann tað verða, at Ioana verður klár aftur rættuliga skjótt, men tað má helst metast sannlíkt, at hon ikki verður meira enn 80% komandi mánaðirnar. Spell fyri VÍF og fyri landskappingina sum heild, tí nú tykist tað bert vera Kyndil, sum kann gera nakað sum helst við oddaliðið úr Klaksvík.


Dyturin í tølum:

Kyndil: Lotte Sørensen 11 (4), Rakul N. Joensen 5, Jórun Ludvig 4, Ann Hansen 3, Semona Fjallstein 1, Palma Petersen 1, Jensia Petersen 1

VÍF: Ioana Rapa 6 (2), Jacklin Durhuus 6 (1), Fríða Johannesen 3, Nikolina Joensen 1, Randi Kúrberg 1

Brotskøst: Kyndil 5, VÍF 5

Útvísingar: Kyndil 5, VÍF 3

Diskvalifikatión: Kyndil 1