Hondbóltur
Kyndil tykist vera á veg aftur á føroysku hondbóltstrúnuna. Hetta hevur verið tendensurin alt árið higartil, og sunnudagin syrgdu teir grønu fyri, at hetta eisini líkist støðuni, nú grundspælið er liðugt.
Mótstøðuliðið hesaferð var H71, sum annars er einasta liðið, sum hevur knógvað teimum grønu í ár, og eina góða løtu var eisini líkt til, at teir skuldu arga Kyndil sunnudagin.
Gekk javnt á
Fyrra hálvleik var nevnliga millum lítið og einki, sum skilti partarnar. Kyndil royndi at toga seg frá mótstøðuni, men væl stríðandi hoyvíkingarnir megnaðu tó alla tíðina at hanga í, og onkra einstaka ferð enntá at stinga nøsina framum oddaliðið.
Fyrstu løtuna av seinna umfarinum kom tó sjógvur ímillum. Kyndil fekk nú alt fyri eitt bygt sær eina hampuliga leiðslu, og hesari sleptu teir ongantíð aftur. Hoyvíkingarnir royndu av øllum alvi at stríða seg aftur í dystin, og teir megnaðu eisini at skapa nakað av spenningi móti endanum, tá munurin minkaði í tvey mál, men tað var kortini ikki nóg mikið. Kyndil setti trumf á seinastu lítlu løtuna, og tó at sigurin kanska ikki var so sannførandi, sum teir kundu ynskt sær, so vóru stigini tey týdningamestu.
Byrja aftur við braki
Og so er spurningurin, hvørt Kyndil eisini í endaspælinum fer at standa seg eins væl, sum teir hava gjørt tað higartil.
Ein ábending um hetta kemur kanska nóg so skjótt í endaspælinum. Eftir drúgva steðgin, sum nú verður í landskappingini, verður nevnliga lagt fyri við einum sonnum braki, tá Kyndil fer á vitjan í Vestmanna.
Hoyvíkingar hava kanska ikki eins nógv at hugsa um í so máta. Teir hava alla tíðina sagt, at málið fyrst og fremst er at byggja sær eitt nýtt lið upp nú í ár, og tað arbeiðið tykist eisini vera komið nakað ávegis. Enn er talan kanska í ov lítlan mun um veruligar profilar á liðnum, tá sæð verður burtur frá Halgiri Dahl Olesen, men hinvegin er talan í flestu førum um ungar leikarar, sum búnast ár eftir ár, og bæði í ár og í fjørð hava teir eisini víst, at teir kunnu bíta frá sær.
Dysturin í tølum
H71-Kyndil 29-33 (13-13)
Málskjúttar
H71: Halgir Dahl Olesen 10, Tróndur Vatnhamar 5, Heini Bendtsen 5(3), Johnny Durhuus 4, Jákup á Borg 3, Olaf Vestergaard 1, Niels Viggo Niclasen 1
Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 10(3), Jacob Jónsson 7, Høgni Klein 6(2), Josef Abrahamsen 5, Sigtór Andreasen 1, Ken Zachariasen 1(1), Finnur Hansson 1, Hans Arni Thomsen 1
Brotskøst: H71 3, Kyndil 7
Útvísingar: H71 7, Kyndil 4
Diskvalifikatión: H71 1 (3X2 minuttir), Kyndil 1 (beinleiðis reytt)