TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum Sigrun Mikkelsen, sum var viðmerkjari hjá Rás2 hevði at siga aftaná dystin millum Kyndil og Neistan í Hvonndeildini. Ein dystur Neistin vann 17-12 (6-4).
Sigrun Mikkelsen heldur, at tað er alt ov vánaligt av Kyndli bert at skora 12 mál ein heilan dyst, og tað er langt frá nóg mikið, um kyndilskvinnur ætla sær at koma í FM finaluna. Kyndilskvinnur mugu finna spæligleðina fram, og rætta uppá fleiri ting, áðrenn tær møta VÍF í avgerandi dystinum um hvør av teimum skal møta Neistanum í FM finaluni.
Sigrun Mikkelsen væntar ikki, at Neistin fer at slaka teir næstu dystirnar, nú neistakvinnur hava tryggjað sær FM finalunplássið í góðari tíð. Sigrun Mikkelsen heldur, at tað er ein leiklutir tær í Neistanum eru vanar við, og hon heldur, at Neistin hevur nakað at arbeiða við teir komandi dystirnar. Sigrun Mikkelsen heldur, at neistakvinnur mugu betra álopspartin, ikki minst, um Marjun Danberg ikki kemur aftur í hópin vegna skaða.