1. deild kvinnur:
Neistin-VB 23-16 (10-7)
Kyndil-VB 24-18 (10-7)
Bestu kvinnuliðini hjá Neistanum og Kyndli stevna við fullari ferð ímóti hvørjum øðrum, og mikudagin um eina góða viku verður frontali samanstoyturin veruleiki, tá liðini bæði hittast til grannadyst í ítróttarhøllini á Hálsi.
Um vikuskiftið spældu havnafeløgini dag um dag ímóti uppflytarunum úr VB, og bæði Kyndil og Neistin vunnu greiðan sigur.
Neistin slapp fyrst at royna seg, tað var leygardagin, og meistaraliðið vann 23-16 eftir hálvleiksstøðuna 10-7.
Neistin legði seg beinanvegin fram um, og fyrstu 20 minuttirnar gjørdi VB bert tvey mál. Hinvegin útmerkaðu tær seg við at fáa tríggjar útvísingar longu í fyrsta korterinum av dystinum.
Tá 10 minuttir vóru til hálvleikin var Neistin frammanfyri 5-3, og eftir tað tók málskjótingin dik á seg, og í seinasta triðinginum av fyrra hálvleiki skoraðu liðini nógv mál.
Neistin økti til 8-3, áðrenn VB svaraði aftur við trimum málum, sum toppskjúttin hjá teimum, Sólrun Krosslá, skoraði. Sólrun spældi í fjør við Neistanum, men í ár er hon flutt aftur til VB, og leygardagin var hon topsskjútti hjá VB.
Í seinna hálvleiki økti Neistin beinanvegin til 12-7, og VB fekk ongantíð aftur fatur á heimaliðnum, sum økti munin upp í sjey mál áðrenn dysturin var av.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki gekk serliga væl hjá Neistanum, og frá 11. minutti til 20. minutt fór tær frá 13-10 og upp í 20-10. VB-liðið formáddi sær einki hesa løtuna, og tá tær móti endanum av dystinum kláraðu at fáa gongd á aftur, var tað bara fyri at minka um munin, so at sjey mál vóru á muni tá dysturin var av.
Kyndil vann
eisini trygt
Tað er eitt ynski frá VB, at tær spæla tveir útdystir hvørjaferð tær koma norður um Suðuroyarfjørð, og hetta hevur kappingarnevndin hjá HSF partvís eftirlíka einasta suðuroyarliðnum í 1. deild.
Tað skapar eina eitt sindur fløkta gongd til tíðir, tí tað er sjáldan at øll liðini hava spælt eins nógvar dystir, men tað eru treytirnar, sum kappingin virkar undir.
Sunnudagin spældi VB móti hinum havnaliðnum, Kyndil, og aftur tá máttu tær lúta.
Men hesaferð fylgdu vágskvinnur longri við heimaliðnum enn dagin fyri móti Neistanum. Kyndil legði seg fimm ferðir fram um at byrja við, men hvørjaferð svaraði VB aftur.
Tá 10 minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki var javnleikur 5-5, men í síðsta partinum av fyrra hálva tímanum skoraði Kyndil fimm ferðir og VB tvær ferðir so at støðan í hálvleikinum var 10-7.
Tað var í byrjanini av seinna hálvleiki, at Kyndil avgjørdi dystin, tí tær skoraðu fýra ferðir áðrenn VB fekk fótin fyri seg. Tá var støðan 14-7 til Kyndil, og restina av dystinum hildu tær seg trygt frammanfyri.
Endaliga úrslitið gjørdist 24-18, og við sigrinum helt Kyndil fast um trýstið, sum tær nú leggja á Neistan.