Kyndil reisti seg

Hondbóltur: Kyndil vann seinnu hálvfinaluna móti StÍF 25-19 og skal spæla steypafinalu móti H71

Higartil í nýggja árinum hevur StÍF havt gott tak á Kyndli, men mikukvøldið vóru tað havnarmenn, ið fingu seinasta orðið.

Sunnudagin 4. januar vann StÍF 31-22 á Kyndli í landskappingini, og næstseinasta mikukvøld vunnu strandingar fyrru hálvfinaluna í steypakappingini 27-25. Tískil var StÍF favorittur til at fara víðari til finaluna, tá seinna hálvfinalan varð spæld mikukvøldið. Men hesa ferð eydnaðist kyndlamonnum at vinna 25-19, og tað var nóg mikið til at sleppa í finaluna við samanlagda úrslitinum 50-46.

Kyndil hevði munin so at siga allan dystin. Tá hálvleikur var, var støðan 12-9 til gestirnar, og hesi leiðsluni sleptu teir ongantíð. Í byrjanini av seinna hálvleiki fór Kyndil frá 13-10 upp á 17-10, og so vendist ikki aftur hjá StÍF, sum hevði ráð til at tapa dystin við einum máli og framvegis sleppa víðari til finaluna. Men munurin gjørdist bert størri og størri, og so líðandi noyddust strandingar at ásanna, at hóast teir hava vunnið á Kyndli tvær ferðir seinastu tíggju dagarnar, megnaðu teir ikki at vinna tann týdningarmiklasta dystin ? tann sum gav sæti í steypafinaluni.

StÍF-Kyndil 19-25 (9-12)

StÍF: Poli Hansen 6, Arthur Johansen 5, Jónleif Sólsker 5, Agnar Højgaard 2, Pauli Hansen 1.

Kyndil: Bárður Johannesen 9, Hannis Wardum 6, Heini Joensen 4, Bjarni Wardum 4, Niklas Djurhuus 1, Uni Wardum 1.

Útvísingar: StÍF 1, Kyndil 5.

Burturvísing: Kyndil 1.