1. deild menn:
Kyndil-VÍF 24-23 (9-9)
Kyndil setti rættiliga eld í oddastríðið í mansdeildini, og tað eru bæði ár og dagur síðani, at so spennandi var í manshondbóltinum
Heili fýra lið liggja nú lið um lið í oddinum, og ber eitt stig er á muni. VÍF, H71 og Kyndil hava øll átta stig, meðan StÍF hevur sjey stig.
Og tá hugsað verður um spenningin í oddinum hevði dysturinum millum Kyndil og VÍF mikukvøldið almikið at siga. Vann VÍF vóru teir einsamallir á odda, og Kyndil var dottin afturúr, men vann Kyndil lógu fýra lið á jøvnum, og so var rættiligur spenningur í.
Og fyri nøsini av umleið 300 áskoðarum, kláraði liðið hjá Sverra Jacobsen at fáa vestmenningar í gólvið, og vinna við einum máli.
Ingi aftur mansvardur
Tað byrjaði eisini gott hjá Kyndlaliðnum, sum var nógv tað betra fyrstu løtuna. Teir skoraðu nógv mál fyrsta partin av dystinum, meðan vestmenningar løgdu meiri enn trilvandi fyri. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki kom vend í, og seinasti parturin av fyrra hálvleiki var besta tíðarskeiðið hjá VÍF í dystinum.
Tá fingu teir skil á verjupartin, stegðaðu tøttu málunum hjá Kyndli, og fóru sjálvir at gera mál. Ingi Olsen varð triðja dystin á rað mansvardur, og fekk lítið gjørt. Hans Áki Dahl-Christiansen hevði ótakksomu uppgávuna, at taka vanliga sentrala spælaran hjá VÍF burtur úr, og tað hevði eisini við sær, at VÍF-spælið nógva av tíðini var rættiliga stirvið.
Áki Olsen fekk ikki so nógv burtur úr, sum hann plagar, og tað var í roynd og veru Sámal Joensen á høgra bakki helt VÍF inni í dystinum nógva av tíðini.
Løgdu til brots aftur
VÍF var aftanfyri 8-3, tá 12 minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, men áðrenn hálvleikssteðgin høvdu teir tikið alla leiðsluna frá Kyndli, og tá lá líkasum í luftini, at vestmenningar vóru komnir fyri seg, og fóru at halda fram í seinna hálvleiki.
Men tað skuldi ikki verða. Sjálvt eftir ein vánaligan enda av fyrra hálvleiki góvu Kyndlaspælararnir ikki upp, og í hálvleikinum fekk Kyndil rætta somikið uppá mistøkini frá fyrra hálvleiki, at teir løgdu rættiliga til brots aftur frá byrjan av í seinna hálvleiki.
Bárður Johannesen skoraði fýra ferðir á rað við júst somu uppskrift (her vóru VÍF¹arnir nakað seinir at verja fyri), og hóast VÍF fylgdi væl við, fór Kyndil fram um aftur, og so var eingin vegur aftur. Verjuparturin hjá VÍF var ikki sannførandi í seinna hálvleiki, og tá Kyndil fekk møguleikan tóku teir av.
Í hinum endanum vísti málverjin Hans á Lag enn einaferð, at millum annað hann er munurin á Kyndlaliðnum í fjør og í ár. Hann hevði gott tak á royndunum hjá Áka Olsen, og at yngsti Olsen-bróðurin ikki gjørdi fleiri enn 5 mál hendan dystin, komst fyrst og fremst av málmanspælinum hjá Hans á Lag.
Leiðslan var nóg stór
Tað gjørdist ikki rættiligur spenningur í dystinum, tá leið móti endanum. Kyndil var komið so mikið fram um, at sigurin var ongantíð vanda, heldur ikki tá Ingi Olsen við sínum einasta máli í dystinum gjørdi tað til 24-23. Einki mál kom afturat, og so kundu Kyndlaspælararnir fegnast um fyrsta sigurin á VÍF langar tíðir.
Sigurin hjá Kyndli ger, at liðið nú er væl við í oddinum. Teir liggja saman við VÍF og H71 heilt har frammi, og næstu umførini fara at skilja menninar frá dreingjunum, tí tað fara neyvan fýra lið at liggja í oddinum alt árið.