Kyndil vaks enn eina ferð við uppgávuni

Hondbóltur, kvinnur: Kyndil vann føroyameistaraheitið hjá kvinnum fyri fyrstu ferð síðani 1981

Kyndil legði botnin undir føroyameistaraheitið longu fyrstu minuttirnar av avgerandi dystinum móti StÍF leygardagin.

StÍF fekk fyrsta málið í dystinum, men so fór Kyndil upp á 5-1, og strandakvinnur komu ikki fram um aftur aftan á tað.

Munurin minkaði so líðandi og einu løtuna var javnleikur 8-8, áðrenn Kyndil dróg frá aftur. Hálvleiksstøðan var 13-10 til havnarliðið.

Fyrra helvt av seinna hálvleiki var góð fyri Kyndil og ring fyri StÍF, og tað var her, at veruliga avgerðin fall.

Illa gekst í hond hjá strandakvinnunum, meðan bæði verjan og álopið hjá Kyndli koyrdu sera væl hesa løtuna. Tað hevði við sær, at munurin øktist til 20-13, og so kundi skriftin hómast á vegginum. StÍF kom sterkt aftur, men tað var ov seint, og tað kom ikki veruligur spenningur í aftur dystin. Seinastu løturnar var lítið skil á spælinum, tá StÍF kom út á vøllin eftir bóltinum. Heimaliðið minkaði eisini munin frá 19-23 til 21-23, men so var bert ein minuttur eftir, og tá Brynhild Klein smekkaði bóltin í netið til 24-21, noyddist StÍF-liðið at ásanna, at hóast tær eitt skifti í kappingini lógu sera væl fyri, eydnaðist tað ikki at vinna gull í ár.

Í staðin var tað Kyndil, sum kundi opna sjampanjufløskurnar, og eftir dystinum leygardagin var tað fult uppiborið. Hinvegin hava tað í ár verið trý lið, sum hava verið so at siga eins góð, men umframt at vinna teir týdningarmiklu dystirnar hevur Kyndil eisini havt hepnið, sum er neyðugt hjá einum hvørjum liði, sum vil gerast føroyameistari.

Ikki bert hepni

Men kortini hevur tað ikki bert verið hepni, sum hevur gjørt Kyndil til føroyameistara. Venjarin Sophus Dal Christiansen hevur seinastu trý árini spakuliga bygt eitt lið upp, sum nú kann kalla seg tað besta kvinnuliðið í Føroyum.

Í fjør kom Lotte Sørensen og styrkti munandi um liðið, og Jacklin Djurhuus kom úr VÍF í ár og gjørdist seinasti punturin í puslispælinum.

Liðið fekk eitt stórt skot fyri bógvin, tá Beinta Sørensen bleiv skadd tíðliga í kappingarárinum. Beinta kom inn aftur móti endanum av dystinum leygardagin, gjørdi eitt mál og hevði uppiborið sítt gullmerki eins væl og allar hinar á liðnum.

Málverjarnir báðir Karin Hansen hjá StÍF og Hanna Rubeksen hjá Kyndli stóðu báðar sera væl og kundu vera væl nøgdar við síni avrik. Verjan hjá Kyndli spældi væl og hart, og StÍF-kvinnurnar vóru ov »fittar« til at svara aftur. StÍF fekk tvær útvísingar, meðan Kyndil fekk seks, og tað vóru tær størstu og sterkastu á liðnum ? Jórun Ludvig, Ann Hansen og Lotte Sørensen ? sum fingu tvær í part.

Lotte Sørensen fekk eina ringa byrjan, har hon millum annað brendi tvey brotskøst, men hon spældi seg upp í seinna hálvleiki. Ann Hansen skaraði enn eina ferð framúr, serliga eitt skifti í seinna hálvleiki, tá hon skeyt trý mál innan tríggjar minuttir og sendi Kyndil frá 16-12 upp á 19-13. Og liðskiparin Jórun Ludvig spældi stak væl, serliga í fyrra hálvleiki.


Strandakvinnur

fingu ein skelk

Hjá StÍF vóru Signhild Petersen og Paula Jacobsen enn eina ferð sentralar, men tær hava ikki gjørt so nógv um seg móti endanum av kappingarárinum, sum tær gjørdu í byrjanini.

Strandakvinnur fingu eisini ein skelk, tá Kyndil so tíðliga í dystinum tók leiðsluna, og hóast tær komu væl aftur seinni í fyrra hálvleiki, sá út til, at tær ikki trúðu rættiliga upp á tað í seinna hálvleiki, tá Kyndil fór sjey mál framum. Hevði dysturin ikki verið so avgerandi, sum hann var, hevði munurin at enda ivaleyst verið størri, men StÍF-liðið brúkti sínar seinastu kreftir og minkaðu munin niður í tvey mál, tó uttan nakrantíð veruliga at hótta Kyndlasigurin, sum var fult uppiborin.

Dystirnir millum StÍF og Kyndil í ár hava verið javnir og spennandi, og leygardagin var tað Kyndil, sum hevði ein betri dag. Tær vunnu, tá ið á stóð, og tær hava eisini prógvað fyrr í ár móti Neistanum, at tær vaksa við uppgávuni. Í steypafinaluni kundi upprunaligi dysturin farið báðar vegir, áðrenn Neistin avgjørdi alt í longdu leiktíðini, men Kyndil vann allar teir seks landskappingardystirnir, sum komu aftan á tað, harímillum tveir móti Neistanum og so tann seinasta móti StÍF ? tann mest avgerandi.


1. deild kvinnur:

StÍF-Kyndil 21-24 (10-13)

StÍF: Paula Jacobsen 7, Signhild Petersen 6, Anna Maria Berthelsen 2, Eyðleyg Mikkelsen 2, Hanna Thorleifsson 2, Alis Høghamar 1, Katrin Petersen 1.

Kyndil: Ann Hansen 7, Lotte Sørensen 5, Frida S. Johannesen 3, Brynhild Klein 3, Jórun Ludvig 2, Jacklin Djurhuus 1, Herborg Joensen 1, Jensia Petersen 1, Beinta Sørensen 1.

Útvísingar: StÍF 2, Kyndil 6.