Eins og menninir eru kvinnurnar hjá Kyndli nú lidnar við grundspælið, og øvugt monnunum kláraðu tær at enda við einum sigri móti StÍF.
Dysturin var ikki so góður sum mansdysturin, men hann var eins spennandi, og spenningurin helt sær næstan heilt til endan.
Liðini fylgdust tað mesta av fyrra hálvleiki. Kyndil kom upp á 5-2, men StÍF javnaði til 5-5, og so gekk javnt á til hálvleiks, tá støðan var 13-13. Kyndil hevði munin, tá tær førdu 12-10, men StÍF kom væl við aftur móti endanum av hálvleikinum.
Tað koyrdi sera væl hjá Kyndli løtuna frá 2-2 til 5-2, men so blivu fleiri spælarar skiftir út, og rútman fór við spælarunum út á bonkin.
Annars hevði verjan hjá Kyndli trupult við at dekka strikuspælaran Alis Høghamar (tær dekkaðu aftanfyri hana í staðin fyri frammanfyri, so hon altíð kundi spælast), og í fyrra hálvleiki fekk Kyndil trý gul kort, umframt at StÍF av tí sama fekk fleiri brotskøst (annars er vert at leggja til merkis, at ongin útvísing var í øllum dystinum).
Seinni hálvleikur var eisini javnur fyrsta korterið. Tá støðan var 17-16, noyddist venjarin hjá StÍF-kvinnunum Johan Danielsen at rýma eina løtu, tí hann skuldi spæla við monnunum beint aftaná, og hann sá eisini eitt sindur misnøgdur út, tá hann fimm minuttir seinni kom inn aftur og sá, at støðan nú var 21-16!
Tað er ivaleyst óheppið, at venjarin ikki fær verið hjá liðnum allatíðina, men hetta var eisini støðan í fjør, og tá tyktist tað ikki at nerva stórvegis.
Hjá Kyndli fór tað mesta í gjøgnum høgru álopssíðu, har Lotte Sørensen og Herborg Joensen skiftust um at skora, meðan vinstra síða var rættiliga »lamin«.
Sum ikki einaferð hevði Sóley Mikkelsen nógv at siga fyri StÍF, og tá spælið hjá strandakvinnum koyrdi sera illa ta einu løtuna, megnaði Sóley kortini at skjóta trý mál á rað (frá 22-17 til 22-20).
StÍF hótti, men tær komu ikki nærri enn 24-22. Tað var eisini í lagi, at Kyndil vann dystin, tí samanumtikið vóru tær betri í einum dysti, har bæði liðini høvdu góðar og ringar løtur. Kyndil endar grundspælið á 19 stigum av 24 møguligum, meðan StÍF, sum framvegis hevur ein dyst eftir ? á heimavølli móti VB ? framvegis hevur 12 stig. So stórur var munurin ikki millum hesi bæði liðini seinasta kappingarár, men tað er framvegis góð tíð hjá StÍF til at taka tað mista innaftur.
Kyndil-StÍF 26-23 (13-13)
Kyndil: Lotte Sørensen 9 (1), Conny Poulsen 4, Beinta Sørensen 4, Herborg Joensen 3, Ann Hansen 2 (1), Jórun Ludvig 2, Frida S. Johannesen 1, Brynhild Klein 1.
StÍF: Sóley Mikkelsen 10 (2), Paula B. Jacobsen 6 (1), Bjørg Mikkelsen 3, Hanna Thorleifsson 2, Alis Høghamar 1, Birna Mikkelsen 1.
Ávaringar: Kyndil 3, StÍF 1.
Útvísingar: Kyndil 0, StÍF 0.
Dómarar úr Neistanum: Hjalmar Petersen & Jákup Sverri Kass.