Kyndil hevur vunnið ein tryggan sigur á StÍF. Gestirnir royndi at bíta frá sær tíðliga í seinna hávleiki, men so skjótt Kyndil fekk fatur á rætta endanum, so var einki at koma eftir hjá StÍF.
Tað vísti bæði gott spæl í álopsstøðu, men eisini í mótálopunum móti endanum av dystinum, har millum annað Anja Heinadóttir varð spæld leys í fleiri førum. Góða gongdin hjá Kyndli heldur fram og tær liggja nú nummar eitt við 7 stigum. StíF hevur framvegis síni fyrstu stig til góðar
Kyndil – StíF: 29-17 (14-9)
Kyndli: Anna Brimnes 9, Ásleyg Súnadóttir 4, Simona Petersen 4, Anja Heinadóttir 3, Bjarta O. Johansen 2, Annika Sigurðardóttir 2, Beinta Bárðadóttir 2, Anna Sofía Hjalt Mohr 1 og Bára K. Hansen 1.
StÍF: Rebekka Justinussen 7, Paula B. Høgnesen 2, Guðrið Poulsen 2, Erla Petersen 2, Fríðrun Petersen 2, Heidi Sevdal 1 og Bára Berthelsen 1
Liðugt: (29-17) Tað bleiv ongantíð av álvara spennandi. Kyndil vinnur greitt.
49.min: (24-14) Málskjótingin stegaði eitt sindur upp, men tað er Kyndil, ið er omaná. Serliga eru tað skjótálopini, sum gera munin.
43.min: (21-13) Kyndil hevur vunnið sær greiða leiðslu upp á stutta tíð. Spælið gongur skjótt og lætt í álopsstøðu. Ásleyg Súnadóttir og Anja Heinadóttir ganga á odda við málskjótingini.
40.min: (19-13) StÍF hevur fingið eina betri byrjan upp á seinna hálvleik. Í tveimum førum førir gott álopsspæl til útvísingar hjá Kyndli, sum tó er komið fyri seg seinastu minuttirnar og hevur endurvunnið leiðsluna.
Hálvleikur: (14-9) Paula Høgnesen hevur fingið beinleiðis reytt kort fyri at hála Ásleyg Súnadóttir umkoll í mótálopið. Kyndil er á odda við fimm í hálvleikinum. Spælið hongur ikki væl saman hjá hvørki Kyndli ella StÍF.
Undan dystinum:
Í Elektron deildini hjá kvinnum spæla Kyndil og StÍF í høllini á Hálsi. Tað er toppur, sum tekur móti botni. Kyndil hevur fingið fimm stig í trimum teimum fyrstu dystunum, meðan StÍF framvegis hevur sítt fyrsta stig til góðar.