Kyndil vunnið allar dreingjadeildirnar

Fyri fyrstu ferð í søguni hevur eitt felag megnað at vunnið føroyameistaraheitið í øllum dreingjadeildunum í hondbólti sama ár

Kappingarárið 2003/2004 hevur verið eitt av teimum allarbestu í søguni hjá hondbóltsfelagnum Kyndil. Í dreingjadeildunum hevur felagið skrivað søgu, tí teir hava vunnið gull í dreingir 10 ár, dreingir 12 ár, dreingir 14 ár, dreingir 16 ár og mansunglingum, og tað er ongantíð hent fyrr. Tó hevur Neistin gjørt sama bragd í gentudeildini fyri tveimum árum síðani.

Nógv at siga fyri framtíðina
Ein av limunum í starvsnevndini hjá Kyndil, Ansy Høghamar, er sjálvsagt ógvuliga fegin um góðu úrslitini, og hon heldur tað hava sera stóran týdning fyri framtíðina, at tað gongur so væl hjá yngru liðunum.
Í Kyndil eru tey í teirri hepnu støðu, at tey hava frálíka góðar og royndar venjarar til øll dreingjaliðini, Menn sum Jónleif Sólsker, Kári Nielsen, Petur Martin Johansen og Hanus Joensen eru allir royndir hondbóltsvenjarar, og tað sæst eisini aftur á úrslitunum hjá Kyndil, sigur Ansy Høghamar. Nevndin í Kyndil er, sum vera man, ógvuliga errin av góðu úrslitunum, og somuleiðis siga tey, at við so nógvum góðum leikarum á veg upp gjøgnum deildirnar, sær framtíðin ógvuliga gott út.
Hinvegin hevur tað ikki gingist so væl í gentu- og kvinnudeildini hjá Kyndil, men Ansy Høghamar sigur, at Kyndil nú fer at leggja nógv størri orku í gentu- og kvinnudeildina, og at tað vónandi fer at síggjast aftur í úrslitunum komandi árini. Millum annað hevur Kyndil sett Geir Wardum sum venjara hjá besta kvinnuliðnum komandi ár, og tað meta tey í Kyndil eisini verða eitt tekin um, at tey ætla nakað við kvinnuliðnum.

Góð úrslit lættir um stuðulsmøguleikar
At Kyndil hevur so góð úrslit at vísa á, sæst eisini aftur, tá ið felagið skal út at fáa fatur á sponsorum. Ansy Høghamar sigur, at tað er munandi lættari at fáa sponsorar, tá ið tað gongur gott, og tískil hava úrslitini ómetaliga nógv at siga. Fíggjarligu krøvini til hondbólsfeløgini eru ómetaliga stór, og tí hava sponsorarnir sera stóran týdning, sigur Ansy Høghamar, nevndarlimur í hondbóltsfelagnum Kyndil. Vit eru í tí hepnu støðu, at Føroya Banki er høvuðsstuðul hjá øllum ungdómsliðunum hjá okkum, og tað hevur sera stóran týdning fyri felagið, sigur Ansy Høghamar at enda.