Kyndils-fjepparar hittast á Hálsi

Longu tveir tímar undan dystarbyrjan verður kantin umskipað til veitsluhøll

 

 

Kyndilskvinnur standa á gáttini til at vinna greipuna fyri fyrstu ferð í felagssøguni, og eingin ivi er um, at áskoðararnir vilja hjálpa spælarunum í at røkka seinasta pettið á mál.

 

Finalan í dag byrjar klokkan 16, men longu klokkan 14 savnast fólk í kantinuni í ítróttarhøllini á Hálsi.

 

Har verður andlitsmáling og Kyndils-tónar á skránni, soleiðis at fjøldin er til reiðar at geva sín stuðul, tá dysturin verður blástur ígongd.