Tveir dystir eru spældir í FTZ-deildini í dag. Í høllini á Hálsi var grannauppgerð ímillum Neistan og Kyndil, meðan StÍF og KÍF spældu á Skála. Vegna sína plasering í FTZ-deildini vóru Kyndil og KÍF favorittar til sínar dystir, og tað vóru eisini hesi liðini, sum vunnu sær tvey stig í dag.
Longu í fyrra hálvleiki løgdu kyndilsmenn lunnar undir sín sigur ímóti neistamonnum. Liðini fóru til hálvleiks við støðuni 14-9 til Kyndil, og tað eydnaðist ongantíð Neistanum at svara aftur og veruliga gera dystin spennandi. Endaliga úrslitið gjørdist 26-21 til Kyndil, ið vann tryggan sigur.
Á Skála var spenningurin størri ein fittan part av dystinum. StÍF, sum er næstaftast í deildini, fór til hálvleiks á odda 13-12, men í seinna hálvleiki vísti KÍF av sonnum, hví liðið í løtuni er á finaluplássi. Kollfirðingar tóku veruliga dik á seg í seinna hálvleiki og vunnu at enda 28-21.
Úrslitini merkja, at KÍF nú hevur fýra stig niður til VÍF á triðja plássi. Harvið eru kollfirðingar á finalukós, men tó skal havast í huga, at teir hava spælt tveir dystir fleiri enn vestmenningar.
Kyndil hevur nú 20 stig á fjórða plássi og fimm stig upp til KÍF. Kyndilsmenn hava spælt ein dyst færri enn kollfirðingar. Neistin og StÍF eru ávíkavist nummar fimm og seks og hava ikki stórvegis at spæla fyri restina av kappingarárinum.
Stigatalvan í FTZ-deildini og málskjúttar í dagsins dystum eru at síggja niðanfyri.
1. H71 27 stig (17)
2. KÍF 25 stig (18)
3. VÍF 21 stig (16)
4. Kyndil 20 stig (17)
5. Neistin 17 stig (18)
6. StÍF 10 stig (18)
7. Team Klaksvík 1 stig (18)
Neistin-Kyndil 21-16 (9-14)
Neistin: Rói Berg Hansen 7, Teis Horn Rasmussen 3, Rasmus Müller 3, Frank Askildsen 3, Teitur Magnusson 2, Herbjørn Lava 1, John í Innistovu 1 og Torkil Hentze 1.
Kyndil: Hjalti Mohr Jacobsen 7, Tummas Pauli Hanusarson 6, David Edvardsen 4, Bartal Klein Olsen 3, Høgni Klein Olsen 2, Rógvi Dal Christiansen 2, Bjarni Sørensen 1 og Jan Pauli Toft Johannesen 1.
StÍF-KÍF 21-28 (13-12)
StÍF: Sveinur Justinussen 11, Kjartan Johansen 4, Jógvan Gregersen 3, Borgar M. Persson 2 og Fríði G. Djurhuus 1.
KÍF: Rúni Joensen 7, Fríði Weyhe 6, Hans Eli Sigurbjørnsson 4, Andrias Nielsen 4, Frederik Sørensen 3, Teitur Joensen 2, Jákup Trygvason 1 og Tony Weyhe 1.