Turið Arge Samuelsen og Marianna Geirsdóttir Eystberg fara komandi kappingarár at spæla við VÍF. Sostatt verða tær ikki at síggja í barndómsfelagnum Kyndli komandi kappingarár.
- Tað eru fleiri orsøkir til at eg havi valt at skifta til VÍF, men tað stutta av tí langa er, at eg havi brúk fyri eini broyting. Eg havi brúk fyri at royna okkurt nýtt, sigur Turið Arge Samuelsen.
Hon hevur í eina tíð umhugsa at fara av landinum at spæla, men tað er í løtuni ikki møguligt.
- Eg havi altíð ynskt at royna meg uttanlands, men tað letur seg ikki gera í løtuni. Eg havi brúk fyri ein i broyting og havi tí valt at royna meg í VÍF, sigur Turið Arge Samuelsen.
Eisini Marianna G. Eystberg skiftir til VÍF komandi kappingarár. Hon hevur saman við Turið A. Samuelsen verið millum lyklaspælararnar hjá Kyndli, hóast sín unga aldur.