Hetta er ein tann fyrsta kókibókin av sínum slagi, sum ítøkiliga – sum ein annar víntænari – kemur við uppskoti til hvat vín hóskar til matin. Og uppskotini eru somikið ítøkilig, at tey eru nevnd við navni, prísi og forhandlara. Í Danmark. Hetta avmarkar sjálvandi brúkið av bókini í Føroyum, men tað skal nevnast, at Michael Pulsen kemur við alternativum vín-uppskotum í øllum upskriftum, soleiðis, at til ber at finna slag, ið líkist á hillunum hjá Rúsuni.
Og bókin er somikið vælskrivað, at hon sanniliga er verd at keypa, eisini hjá Føroyingum. Tann fyrra, En Vinpushers Kogebog I, er í dag útseld og fekk fleiri altjóða virðislønir, millum annað World Gourmand Cookbook Award 2005.
Bókin vegleiðir lesaran við 70 ymiskum vín-sløgum í prísflokkinum kr. 30-100 (tað er umleið okkurt um tað dupulta í Føroyum). Vín-skribenturin, Michael Poulsen hevur fyrst valt vínsløgini og síðani skraddarseymað uppskriftir, ið hóska til. Vínsløgini teljast millum vanligu sløgini, ið tey flestu hava ráð til. Men Michael hevur so valt tey frægu burturúr.
Á henda hátt gerst tað rættiliga ómaksleyst, tá ið rætta vínið skal finnast til rætta matin.
Eg gevi mítt best viðmæli til hesa bók, ið er skrivað bæði undirhaldandi og upplýsandi, er snøgt uppsett og eisini hevur sera vakrar myndir.
Bókin telur 231 blaðsíðir og hevur ISBN-nummar 978-87-992762-0-2