Øl aftur í Qaanaaq

Grønlendska landsstýrið ætlar nú aftur at loyva sølu av øli og brennivíni í býnum Qaanaaq.

Men áðrenn loyvi verður givið skal kommunustýrið leggja fram eina ætlan fyri, hvussu teir ætla at tryggja børn og ung í býnum. Í fyrstu atløgu verður talan um at loyva sølu av øli, víni og brennivíni undir 15%. Nær sterkari løgur verður at fáa í býnum, er enn óvist. Landsstýrið steðgaði allari sølu av rúsandi løgi í mai. Tað hendi eftir, at danski filmsleikstjórin Karen Littauer boðaði frá, at lítli grønlendski býurin nærmast fleyt í brennivíni.