LÍF skoraði sigursmálið í síðstu løtu

Hóast málmøguleikar høvdu verið í báðum endum, so tóktist tað leingi soleiðis, at uppgerðin í Leirvík, har næstbesta HB liðið vitjaði, skuldi enda málleys. Soleiðis varð tað kortini ikki.

LÍF vann 1-0. Málið fingu teir, tá ið tað restaðu tríggir minuttir. Málskjútti var Adrian Joensen. Eftir uppspæl í vinstru, innlegg og út frá aftur smekkaði álopsspælarin til, og bólturin streyk í HB málið.