Lóg skal tryggja rørslu á arbeiðsplássinum

Fyritøkur skulu geva starvsfólki betri møguleikar fyri rørslu í steðgum á arbeiðsplássunum. Best er, um lóggávan kann borga fyri hesum, heldur danskur professari við lærda Háskúlan í Keypmannahavn

Talan er um professaran Bente Klarlund Pedersen, ið stendur aftan fyri útsøgnina um, at rørsla á arbeiðsplássinum skal tryggjast við lóg.

www.bl.fo

(Business-Line)<a> skrivar, at liklamlig rørsla á arbeiðsplássinum er ein trupulleiki í dagliga arbeiðsumhvørvinum. Júst sum vit kendu passiva royking áður. - Nú hava vit fingið skil upp á royking, og tí skal kikarin nú setast á likamliga rørslu á arbeiðslplássinum, heldur danski professarin, sum samtundis leggur dent á, at talan skal verða um eitt tilboð, ikki kravboð, til starvsfólkið. Sjálvandi skalt tú sjálvur avgera, hvat tú nýtir tínar pausur til. Men tað skulu verða nøkur tilboð um rørslu, sunnan mat o.t. Tann einstaki skal sjálvur velja fyri seg, men arbeiðsgevarin skal bera so í bandi, at starvsfólkini fáa møguleika til at gera eitt heilsufremjandi val. Okkara eti- og rørslumynstur er skapt av uttanhýsis rammum, t.d. arbeiðsmynstur, matprísum, o.t. Tí er avgerðandi, at fyritøkurnar innrætta seg soleiðis, at tað verður lætt at fáa fatur á heilsugóðum kosti og kunnu ávisa tilboð um rørslu, sigur danski professarin.