- Tað er ein trupulleiki fyri alt fakið, tá fólk ikki klára seg fyri lønina. Eftirhondini er hetta eisini blivið ein samfelagstrupulleiki.
Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, vil hava eitt generelt lønarlyft fyri limirnar.
Boðskapurin, ið varð lagdur fram á aðalfundinum hjá felagnum leygardagin, var startskotið til tær lønarsamráðingar, ið skulu takast upp í heyst.
Hóast seinastu sáttmálasamráðingar endaðu við verkfalli í 22 dagar, so heldur Maud Wang Hansen seg hava eina góða sak hesaferð.
- Alt námsfrøðiliga økið er blivið meira komplekst. Krøvini eru økt, arbeiðsuppgávurnar fleiri og hartil er útbúgvingin uppstigað til bachelorstøði. Vit hava flutt okkum frá ansing til eitt námsfrøðiligt tilboð, sigur Maud Wang Hansen.
Eftir aðalfundin leygardagin sendi Pedagogfelagið út yvirlýsing, har felagið førdi fram, at løn og arbeiðsumstøður mugu betrast, tí annars verður hesin bólkurin snøgt sagt rikin av landinum.
Yvirlýsingin skal takast heilt bókstaviliga, sigur Maud Wang Hansen.
- Byrjanarlønin hjá einum hjálparfólki er 18.896 krónur fyri 40 tíma arbeiðsviku. Tað er also minni enn ein arbeiðsmannaløn. Og ein nýútbúgvin bachelorur í námsfrøði tjenar 23.604 krónur, somuleiðis fyri 40 tíma arbeiðsviku. Tá umstøðurnar harumframt eru soleiðis, at nógv ikki hava møguleika at arbeiða fulla tíð, so sigur tað seg sjálvt, at tað verður trupult at klára seg.
Sambært Maud Wang Hansen arbeiða okkurt um tveir triðingar av hennara limum á dagstovnaøkinum niðursetta tíð. Fyri fleiri er møguleikin at arbeiða fulla tíð ikki til staðar. Fyri onnur er 40 tíma arbeiðsvika snøgt sagt ov strævið, og tí velja tey niðursetta tíð.
- Arbeiðsplássini mugu skipast soleiðis, at møguleikin fyri fulltíðarstarvi altíð er til staðar. Samstunds má man hyggja eftir innihaldinum í starvinum og taka neyðugu stigini út frá tí, sigur Maud Wang Hansen og nemur við glóðheita spurningin til seinastu sáttmálasamráðingar.
Fyrireikingin
Fyrireikingartíðin var og er framvegis ein kardinalspurningur fyri Pedagogfelagið. 22 daga drúgva verkfallið í fjør flutti fyrireikingartíðina frá nøkrum, sum ”kann vera”, til nakað sum ”skal vera.”
Men enn er langt á mál, sambært Maud Wang Hansen. Tí hóast jaligar tilsøgnir frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum (KAF), so lekur framvegis millum teori og praksis.
- KAF hevur reelt einki gjørt fyri at tryggja, at kommunurnar nú eisini seta fyrireikingartíð av. Arbeiðsgevararnir vísa á, at tey hava álagt kommununum at halda sáttmálan og ásetingarnar um fyrireikingartíð. Men her fylgir eingin eykajáttan við, og tá nyttar also einki at spæla bóltin út til einstøku leiðararnar á stovnunum, sigur Maud Wang Hansen avgjørd.
Hon vísir á, at sambært einum arbeiðsbólki undir Tórshavnar Kommunu kostar tað høvuðsstaðarkommununi 2,4 milliónir krónur at tryggja ta fyrireikingartíð, ið Pedagogfelagið hevur samráðst seg til.
- Tað er also ikki meiri enn 1-2 hol á golfvøllinum, sum kommunan ætlar sær gjalda. Og tí skilji eg snøgt sagt ikki manglandi raðfestingina av okkara øki, sigur Maud Wang Hansen.
Fyri Pedagogfelagið hevur fyrireikingartíðin sum nevnt avgerandi týdning, og forkvinnan hevur hug at gera eina samanbering við lærararnar:
- Tú kanst bara ímynda tær, at lærarin skuldi verið saman við børnunum allan dagin, uttan høvi at fyrireika seg og leggja arbeiðið til rættis. Uttan henda møguleika er trupult og eisini strævið at arbeiða fulla arbeiðsviku, sigur Maud Wang Hansen.
Dýra verkfallið
Tað kom tíðiliga til sjóndar á aðalfundinum hjá Pedagogfelagnum leygardagin, at verkfallið í fjør hevur kostað felagnum nógvar pengar. Ein beinleiðis avleiðing av hesum er, at limagjaldið nú økist úr 1,6 prosent upp í 1,8 prosent av lønini. Hækkingin fer beinleiðis í Aktións- og Upplýsingargrunnin, sum er verkfalsgrunnurin hjá Pedagogfelagnum.
- Í krónum og oyrum kostaði verkfallið sjálvandi munandi meira enn vit fingu burtur úr í lønarhækkan. Men kortini haldi eg fast um, at verkfallið var allar pengarnar vert, sigur Maud Wang Hansen og roynir at argumentera:
- Vit fingu staðfest fyrireikingartíðina, og harumframt haldi eg at samfelagið fekk eyguni upp fyri týdninginum av námsfrøðiliga arbeiðnum. Nú haldi eg at samfelagið skyldar okkum, at hetta sæst aftur í komandi sáttmálasamráðingum.
Limirnir í Pedagogfelagnum hava rindað dýrt fyri teir 22 dagarnar í verkfallið. Tey, sum fóru í verkfall, fingu endurrindað 76,6 prosent av lønini frá fakfelagnum, og pengarnir vórðu tiknir úr verkfalskassanum. Hóast Pedagogfelagið legði nógv fyri, so vórðu eisini undantøk gjørd, soleiðis at veikastu brúkararnir ikki skuldu vera rakt av sáttmálatrætuni.
- Land og kommunur hava spart nógvar milliónir upp á okkara verkfall. Tí haldi eg tað ikki vera meira enn rímuligt at pengar nú eisini verða játtaðir, tá sáttmálaásetingarnar um fyrireikingartíð skulu fylgjast, sigur Maud Wang Hansen.
Seinast samráddist Pedagogfelagið saman við øðrum fakfeløgum, men soleiðis verður ikki hesaferð:
- Onnur feløg hava gjørt sínar sáttmálar fyri ymisk tíðarskeið, og harumframt ber illa til hjá okkum at sita til samráðingar saman við øðrum fakfeløgunum við boðskapinum um, at vit eru í eini serstøðu. So ja, vit samráðast einsamøll næstuferð, sigur Maud Wang Hansen og undirstrikar í sama andadrátti serstøðuna innan námsfrøðiliga økið.
FAKTA – brot úr yvirlýsing frá Føroya Pedagogfelag eftir aðalfundin leygardagin:
At kalla øll børn eru á dagstovni í dag, tí bæði foreldrini mugu arbeiða úti. Og tørvurin á pedagogum til serstovnaøkið er eisini vaksandi, tí talið av brúkarum her økist.
Samstundis sum limirnir í Pedagogfelagnum eru lægst lønti fakbólkurin í landinum, so er hann eisini størstur, og miðalaldurin er lágur. Hetta átti at tendra ávaringarlampurnar hjá myndugleikunum, tí tað fellur ofta lætt hjá ungum, væl útbúnum, lágløntum fólki at skrykkja røturnar upp og flyta av landinum, tá umstøðurnar heima gerast sjónliga so nógv verri enn í grannalondunum. Og tann støðan er longu íkomin.
Nógv tann størsti parturin av limunum í Pedagogfelagnum er kvinnur, og tann størsti parturin av teimum er kvinnur í burðarførum aldri. Tað er hetta fólkatilfeingið, ið skal føða komandi ættarliðini, sum føroyska samfelagið er í ferð við at reka av landinum. Skulu vit tryggja støðufestið hjá hesum kvinnum, má lønarlagið lyftast serliga fyri henda fakbólk.
FAKTA
Eftir aðalfundin sær nevndin í Pedagogfelagnum soleiðis út: Maud Wang Hansen, forkvinnna, Jógvan Philbrow, Jannie Jacobsen, Elin N. W. Tausen og Wenzel S. V. Olsen.