Løgdu oljubyrgingar á Kaldbaksfirði

Hósdagin vandi norska standby-báturin Strill á Kaldbaksfirði

 

Fyrrapartin hósdagin vóru oljubyrgingar lagdar á Kaldsbaksfirði.

Orsøkin til hetta var ikki nakar veruligur leki, men ein venjing hjá standby-bátinum Strill Safety, sum nú skal á føroyska feltið at halda vakt fyri Amerada Hess.

Pauli Einarson stóð fyri skeiðnum á Kaldbaksfirði, og hann letur væl at.

? Manningin umborð vandi at leggja oljubyrgingar út og at taka tær inn aftur, og tað gekk væl. Vit tosaðu eisini um, hvussu oljudálking kann fyribyrgjast og hvussu byrgingarnar skulu virka, sigur hann.

Pauli Einarson hevur gjørt líknandi venjing umborð á øðrum vaktarskipi, og fyrr í vikuni var eisini venjing við teirri trygdarútgerðini, sum skal liggja á landi í Suðuroy.