Fríggjadagin í síðstu viku fingu foreldrini hjá tí 24 ára gamla nýsælendinginum Aaron Mahoney boð um, at sonur teirra var deyður í einari vanlukku í arabiska landinum Dubai. Aaron var íðin golfspælari og var farin á eina venjingarlegu í Dubai, men í síðstu viku varð hann brádliga tikin. Myndugleikarnir í Dubai siga, at Aaron gjørdi mótstøðu, tá ein løgreglubilur var á veg á støðina við honum. Millum annað skal hann hava roynt at kvala bilføraran við tí úrsliti, at bilurin fór runt. Stoyturin var so harður, at Aaron doyði, og at ein av løgreglumonnunum fekk skaða. Soleiðis ljóðar tann almenna frágreiðingin úr Dubai, men foreldrini hjá Aaron Mahoney halda ikki, at hetta er allur sannleikin, skrivar blaðið New Zealand Herald.