Løgið við drotningini

Finnur Helmsdal

Danmarkar drotning er fyri nógvar føroyingar ímyndin av tí góða og fólkaliga idyllinum. Nú er eingin kongur, men hava kongur og drotning annars staðið sum landsfaðir og -móður. Eingin ivi skal valda um, at sølan av donskum vikuskiftisbløðum upprunaliga er komin av, at kongafamiljan hevur verið so stórur partur av tilfarinum. Nú eru bert ávís av hesum vikubløðunum, sum dyrka tey kongaligu.
Lesa vit í Danmarks Riges grundlov, síggja vit, at kongur ella drotningin, um eingin kongur er, hevur sín avgjørda status í donskum stjørnarviðurskiftum. Grein 3 sigur, at kongur (drotningin) og fólkating hava lóggevandi valdið í felag. Kongur hevur útinnandi valdið. Í grein 13 stendur, at kongur hevur ikki ábyrgd av gerðum sínum, og at hann er friðhalgaður. Grein 14 sigur, at kongur tilnevnir og sigur úr starvi statsministaran og ministararnar. Lógir hava ikki gildi uttan undirskrift kongsins.
Vit vita tó, at alt hetta, sum grundlógin sigur um vald og møguleikar kongs, bert er proforma í veruleikanum. Grein 2 sigur, at stýrisháttur Danmarkar er avmarkað kongsvald. Í veruleikanum er kongsvaldið bert ein institutión, sum púrt einki veruligt vald hevur, men sum hevur ein ella annan savnandi og umboðandi týdning fyri Danmark. At kongshúsið hevur sína ávirkan á Føroyar og føroyingar síggja vit ikki bara gjøgnum søluna av donskum vikuskiftisbløðum, vit síggja tað kanska allarbest, tá tey vitja land okkara.
Tað er ílagi, at føroyingar ganga runt og hava limir í danska kongshúsinum sum okkurt slag av fyrimyndum. Um tey spegla sær í Mary ella Britney kann vera tað sama.
Men kongshúsið hevur sum sagt púrt einki stjórnarligt ella politiskt vald. Í veruleikanum halda skiftandi danskar stjórnir høvdið á kongshúsinum undir vatninum við makt. Sambært donskum politikarum skulu tey kongaligu ikki ikki siga ella gera nakað sum helst, ið ber minsta brá av politiskari tilgongd ella hugsan. Tey kongaligu verða sligin hart á fingrarnar, um nakar teirra bert ger eitt lítið "politiskt" vims við halapartinum. Og um drotningin skuldi funnið upp á at lagt seg út í handfaringina hjá stjórnini av heilsuøkinum ella útlendingaøkinum, ja, so hevði kongshúsið beinan vegin verið á markinum til at verða avtikið.
Politiska valdið hevur hin vegin tiskilað sær rætt til at nýta kongshúsið "politiskt". Feskasta dømi um hetta er røðan, sum drotningin helt í Norðurlandahúsinum í summar. Politiska valdið í Danmark tilskilar sær rætt til at nýta kongshúsið til at fremja politisk áhugamál hjá ávísum, og til at leggja fótonglar fyri politiskum mótstøðumonnum. Og kongshúsið kann í hesum sambandi ikki gera annað, enn stjórnin áleggur teimum.
Kongshús uttan meining
Vit hava tí í dag eina drotning, sum á ongan hátt livir upp til heitið. Ein drotning er sambært orðabókum og øðrum ein regentur. Ein regentur er ríkisstjórnarin, sum er ovasti stjórnarligi og politiski myndugleikin. Orðini kongur og drotning eru eisini nýtt í nógvum øðrum samanhangum. T.d. í talvi í vakurleikakappingum og sum hugtøk. Altíð hugsað sum tann ella tey, sum eru ovast, sum hava valdið o.s.fr.
Vit standa í dag við eini drotning, sum hvørki hevur stjórnarligt ella politiskt vald. Vit hava eina drotning, sum liggur í lógvanum á stjórnini, og kann stjórnin, nær tað skal vera, gloppa lógvarnar, og kongshúsið er farið í søguna.
Avtaka kongshúsið
Tankin um at avtaka kongshúsið er ikki nýggjur, og eru tað alt fleiri, sum taka undir við honum. Nú hevur hetta mál ikki fingið almenna umrøðu í Føroyum, m.a tí so nógvir føroyingar hava verið treyta leys í síni kongstrúgv. Og kanska eisini tí, at eingin rættiliga hevur hugsað um kongshúsið sum annað enn ein óskyldug glæstrimynd. Frederik var populerur, síðan bleiv Margretha tann fyrikomandi, fólksliga og kreativa drotningin. Vakra Anna Maria við sínum grisku tragediu. Og so fríska og aktiva eysturlendska nosið Alexandra, sum tó vísti seg at vera so hyperaktiv, at prinsurin ikki rættiliga kláraði at fylgja við. Men so trein Mary á pall, og hon er jú ímyndin, sum megnar at metta allar tørvir, sum trúføstu lesararnir av vikuskiftisbløðunum hava. Hon er flott og vøkur, sjarmerandi, fyrikomandi, skilagóð og so hómast beinið í nøsini. Glæsiliga geisling hennara kávar út yvir fríggjaríið hjá Alex, pínliga Andrikkin, stórroykjandi og alt meira diffusu drotningina og so ein nokk so óbúnað og ikki sørt fjákuta krúnprins. Mary er sostatt respiratorin hjá danska kongshúsinum, spurningurin er bara, hvussu leingi hon megnar og orkar tann leiklutin. Danska kongshúsið er farið at líkjast øðrum slíkum. Myndin av teimum kongaligu gerst alt meira átøk upppumpaðu og ólekru reality sendingunum, sum eitt ótal av sjónvarpsrøðum senda dagliga.
Vit kunnu tí staðfesta, at danska kongshúsið er vorið ein institutión, sum bert er til fyri sína egnu skyld. Kongshúsið hevur onga meining longur. Monarkurin hevur púrt einki vald og virkar nú mest sum búktalari fyri stjórnina. Leiklutin sum savnandi og moralsk fyrimynd megna tey kongaligu á ongan hátt longur. Og tí er spurningurin, um vit yvir høvur skulu hava nakað kongshús, meira aktuellur enn nakrantíð.
Sjálvur haldi eg, at vit eiga at avtaka kongshúsið sum skjótast. Ikki bara tí Fogh nýtir drotningina sum politiskt sendiboð, men tí eg ikki dugi at síggja nakra meining í at hava ein monark, sum ikki hevur ein einasta myndugleika, sum ein monarkur eigur at hava. Hugtakið kongur og kongafamilja er einki veruligt hugtak longur, at meta sum fossilt bringuprýði. Eg havi als ongan hug at vera í kongsfelagsskapi við Danmark, og slettis ikki, tá kongurin bara er ein kransakakufigurur. Nú fara danir neyvan at lurta eftir okkum í spurninginum um fram tíðina hjá kongshúsinum. Men vit kunnu so sjálvi taka stig til, at vit ikki ynskja at vera partur av proforma fyritøkuni Det Kongelige Danmarks Rige.