Kári P. Højgaard, Løgtingsmaður
Undirritaði hevur innanfyri eina viku fingið tríggjar jólaheilsanir frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Ein mailur kom 9. desember, har takkað verður fyri, at nakrir ferðsluspurningar til kommunuvalið vórðu svaraðir. Somuleiðis kom eitt vakurt jólakort, ið er stemplað 9. desember við tøkk fyri gott samstarv. Til seinast kemur so hendan seinasta jólaheilsanin á Portalinum 10. desember, har tingmaðurin fær eitt spark í dintilin við heilsanini:
»Gevist við at pjøssa upp á ferðslulógina uttan mið og mál«
Eg haldi, at greinskrivarin Jón Kragesten, sum dagligur leiðari á Rff, hevur skyldu til at seta seg inn í lógaruppskotið og gera eina sakliga niðurstøðu í málinum; tað er ikki talan um í áðurnevndu grein.
1. Talan er ikki um eitt ferðslulógaruppskot ella broytingar í ferðslulógini.
2. Ídag er ein avgjaldsmunur á nýggjum og gomlum súkklum sum ger, at nærum bert gamlar súkklur verða keyptar. Avgjaldið á gomlum súkklum verður óbroytt, so tað verða bert nýggjar súkklur sum lækka í prísi.
Heilt nógvir føroyingar hava fingið sær koyrikort til motorsúkklu, og áhugin fyri at taka hetta koyriprógv er vaksandi. Tí verður gongdin framhaldandi uttan iva tann sama, at innflutningurin av motorsúkklum árliga fer at verða áleið 100 súkklur. Ásannandi hendan veruleika hevur løgtingsmaðurin ta áskoðan, at keypir tú eina fabriksnýggja súkklu, hevur tú trygd fyri at hon er í lagi. Tí eiga vit ikki at hava eina avgjaldskipan, ið viðførir at 90% av innfluttum súkklum eru gamlar.
Neyvan verður avleiðingin av hesum uppskoti, at samlaða talið av innfluttum súkklum økist, men vónandi verður býtislutfallið millum nýggjar og brúktar súkklur endavent.
Kári P. Højgaard tekur fult undir við null-hugsjónini og vil viðvirka, at so fá ferðsluóhapp henda sum yvirhøvur gjørligt. Tó mugu vit fyrihalda okkum til veruleikan, at tey akfør, sum koyra á vegum okkara, eru sýnaði og góðkend til ferðslu, og at tað er førarin, ið skal sýna fyrilit og hava rættan hugburð, tí hann hevur ábyrgdina. Vísandi til gongdina í grannalondum okkara, so er stór minking í MC-ólukkum, hóast talið á motorsúkklum er økt munandi.
Eg eri samdur við Jón Kragesten í, at vit eiga at síggja ferðsluna sum eina heild. Tí eiga uppskot til broytingar í ferðslulógini at koma frá nevndini, ið landstýrismaðurin hevur sett til hesa uppgávu. Enn einaferð, her er talan um uppskot til broytt skrásetingargjald, ið vónandi gevur nýggjari og harvið tryggari akfør.