LÓGARSMÍÐ
Vit skulu hava færri og betri lógir.
Føroya fyrsti løgmálaráðharri, Høgni Hoydal, hevur eina einfalda uppskrift fyri, hvat endamálið við nýggja løgmálaráðnum er.
Í sambandi við, at Løgmálaráðið formliga er farið at virka, varð skipað fyri móttøku í Bakkapakkhúsinum fríggjadagin. Løgmálaráðið húsast, har landsstýrið í gomlum døgum helt til, og fjølmiðlarnir vóru bjóðaðir at sita í gomlu stólunum, har menn sum Andrass Samuelsen, Kristian Djurhuus, Petur Mohr Dam og Hákun Djurhuus hava stjórnað føroyska heimastýrinum.
Samstundis, sum Løgmálaráðið leitar aftur til røturnar, so er tað eitt slag av nýggjari byrjan, sambært landsstýrismanninum.
? Høvuðsuppgávan hjá løgmálaráðnum er at syrgja fyri rættartrygdini. Bæði innanhýsis fyri borgaran og úteftir við altjóða rættarstøðuni hjá Føroyum, sigur Høgni Hoydal.
Eitt sindur speirekandi hevur hendan og undanfarna samgongan verið argað fyri, at hon hevur havt ein landsstýrismann við oljumálum uttan olju, ein landsstýrismann við sjálvstýrismálum uttan sjálvstýri, og nú hava vit so eisini fingið eitt løgmálaráð, uttan at allar lógir eru føroyskar.
Landsstýrismaðurin slær fast, at tann gongdin, sum hann sum landsstýrismaður við sjálvstýrismálum arbeiddi fyri, heldur fram í løgmálaráðnum.
? Okkara uppgáva verður at fáa tey írestandi málsøkini til Føroya, at skipa umsitingina av hesum málsøkjum og at dagføra føroyskar lógir, sigur Høgni Hoydal.
Færri lógir
Hóast føroyingar hava fingið sítt fyrsta løgmálaráð, so merkir tað ikki, at føroyingar fara at fáa fleiri lógir.
? Ein av okkara høvuðsuppgávum verður at rudda upp í teimum nógvu lógunum í Føroyum. Tað er eitt stórt og neyðugt arbeiði. Tað er ikki endamálið at fáa fleiri lógir niðan í tingið, men hinvegin er tað eitt mál, at vit fáa færri og betri lógir, sum eru gjøgnumførdar, og har avleiðingarnar aftan fyri lógirnar eru greitt lýstar, sigur Høgni Hoydal.
Sambært landsstýrismanninum, so eru alt ov nógvar lógir samtyktar síðstu árini, sum borgarin ongan møguleika hevur at fylgja við í. Landsstýrismaðurin heldur tað tískil vera vert at umhugsa eitt lógarstopp á summum økjum, tí alt eigur ikki at vera loyst við løgtingslógum.
Eftirkanna uppskot
Eitt løgmálaráð merkir heldur ikki, sambært landsstýrismanninum, at umsitingin er vaksin stórvegis. Tey 15 starvsfólkini, ið arbeiða í løgmálaráðnum, eru øll flutt frá Løgmansskrivstovuni, og tað vil siga, at hetta ikki av sær sjálvum hevur við sær, at fleiri fólk eru sett í miðfyrisitingina.
Sostatt hevur løgmálaráðið ongan eyka kostnað við sær enn, men sjálvandi, tá málsøkini verða yvirtikin, fer tað at krevja eyka fólk í skipanini, sigur Høgni Hoydal.
Løgmansskrivsstovan skal í framtíðini fyrst og fremst taka sær av samskipandi leiklutinum, meðan løgmálaráðið yvirtekur arbeiðið at eftirkanna lógarsmíð í øðrum ráðum. Allar lógir, sum skulu fyri løgtingið, skulu umvegis løgmálaráðið, har kannað verður eftir, um tær eru í lagi og samsvara við aðrar lógir.
Undir løgmálaráðnum liggja eisini kommunumál. Og har liggur eisini ein stór uppgáva, nú málsøki verða flutt frá miðfyrisitingini út til kommunurnar at umsita.
Yvirtaka yvirtøkur
Ein partur, sum fer við stórari orku hjá embætisfólkum í løgmálaráðnum, er at standa fyri teimum samráðingum um yvirtøkur, sum fara fram í løtuni. Hesin parturin lá áður undir løgmansumsitingini.
Arbeiðið gongur væl, sigur Rúni Joensen, aðalstjóri í løgmálaráðnum. Yvirtøkan av fólkakirkjuni er mest sum avgreidd á embætismannastigi og fyrsti parturin av yvirtøkuni av løgregluni verður liðugt viðgjørdur í vár. Harafturat verður arbeitt við eitt nú persóns-, familju og arvarætti, og Rúni Joensen væntar, at tær lógirnar kunnu fáa gildi í Føroyum frá 1. januar 2005.
*******
FAKTA
Mál, ið skulu undir føroyskt lóggávuvald
A-mál (blokkurin)
? Heilsumál
? Helvtin av almannamálum
Yvirtikin, tá løgtingið samtykkir tað
B-mál
Fólkakirkja
? Løgregla, fongsulsverk, kriminalforsorg
? Flogferðsla
Yvirtikin eftir samráðing við Danmark
Onnur mál
? Dómstólur, rættarskipan
? Persóns-, familju- og arvarættur
? Útlendingamál
? Fjølmiðlaábyrgd
? Fíggjarrættur
? Nøkur smærri vinnumál
Undir donsku grundlógini
? Uttanríkispolitikkur
? Verjumál
? Ríkisborgararættur
*******