Hósdagin seinnapartin kundi Gerhard Lognberg vátta tíðindini um, at landsstýrið hevur strikað játtanina til Sandoyartunnilin og tunlarnar norður um Fjall í fíggjarlógaruppskotinum, sum formaðurin hjá Gerhardi, Jóannes Eidesgaard, í næstum fer at handa tinginum. Og hesum kann tingmaðurin úr Skopun ikki liva við.
- Løgmaður er Føroya størsti svíkjari, tí hetta er greitt í stríð við samgonguskjalið. Fíggjarlógin skal ikki samtykkjast fyrr enn í desember, og eg ætli mær at stríðast til tað seinasta, sigur Gerhard Lognberg.
Tað eru m.a. floksfelagarnir hjá Gerhardi í Javnaðarflokkinum, sum hava grundgivið fyri, at ráð ikki eru til ein Sandoyartunnil, soleiðis sum búskapurin hevur tað í løtuni. Gerhard lovar at taka “eina kraftiga avgerð”, um endin verður, at Sandoyartunnilin ikki fær pengar á ársins fíggjarlóg. Men merkir hetta, at hann fer at taka seg úr flokkinum og samgonguni?
- Tað er í øllum førum nærliggjandi, sigur Gerhard Lognberg.