Løgmaður hevur biðið um tættari samstarv við ES

– Og tað skal danska stjørnin nú hjálpa okkum við

Samgongan vil hava betri samstarv við ES. Tað staðfesti Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í ólavsøkurøðu síni, tá ið Løgtingið varð sett. Og í hesum sambandi hevur hann sent Ursula van der Leyen, forkvinnu í ES nevndini eitt skriv við føroyska ynskinum.

Í útvarpsstøðini, FM1, greiddi Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, frá, at hetta er úrslitið tí fyrsta fundinum, hann helt við uttanríkisráðharran, Jeppe Kofod, í november.

Har bar Jenis av Rana fram, at føroyingar eru ikki nøgdir við samstarvið við ES, men hinvegin er tað at kalla ómøguligt at koma í samband við ES myndugleikar á hægsta stigi.

Hann sigur, at hann fýltust á, at eisini danir hava stongt hurðina fyri føroyingum, hóast tað nettupp áttu at verið danir, sum skuldi vera lykilin hjá føroyingum at fáa samband við ES.

Tað, føroyingar serliga leggja dent á, er at fáa fríari ræsur at selja fiskavørur í ES, uttan at koma undir at rinda toll,

Á tí fundinum avtalaðu Jenis av Rana og Jeppe Kofod, at vit skuldu skriva forkvinnuni í ES nevndini eitt skriv um hetta, og samstundis hava bæði hann, og Mette Frederisken, forsætisráðharri, lovað at fylgja málinum upp, so at tað ikki dettur niður ímillum, segði Jenis av Rana við FM1.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jenis av Rana greiða frá – og hoyr hann eisini greiða frá, hvat hann heldur um tað, at løgmaður ikki tók mentanina upp á orðið í ólavsøkurøðuni.