Tað gongur út yvir kvalitetin í lógararbeiðnum, at løgtingið hevur so nógv at gera seinast í tingsetuni.
Tað sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, sum heldur tað verða sera trupult at loysa trupulleikan við, at so nógv mál verða løgd fyri tingið beint áðrenn evstamark fyrst í mars mánaði.
? Øll vit av hesum, og øll siga seg vilja gera nakað við tað, men tað eydnast ikki at loysa hendan trupulleika. Og eg eri samdur við teimum, sum siga, at tað er størri vandi fyri at gera mistøk, tá ið so nógv mál skulu viðgerast innan so stutta tíð, sigur løgmaður.
Mistøk henda
Søgan er tann sama mest sum á hvørjum ári. Løgtingið hevur eitt evstamark fyri at leggja uppskot fram, og dagarnar frammanundan 5. mars er rættilig rok í løgtinginum fyri at fáa lagt øll tey uppskotini fram, sum hava verið á veg, og sum alt í einum ikki kunna bíða longur.
? Hetta hevur verið eitt afturvendandi problem í nógv ár, og støðan er tann í sama í parlamentum aðrastaðni. Eg minnist frá mínari tíð í Fólkatinginum, at har vóru eisini sera nógv uppskot løgd fram beint áðrenn seinastu freist, og har vórðu mistøk gjørd í lógararbeiðnum, sum skuldu rættast í næstu tingsetu, sigur Jóannes Eidesgaard.
Hann sigur, at landsstýrið hevur roynt at gjørt nakað við trupulleikan. Á ólavsøku verður ein listi yvir uppskot, sum eru á veg, lagdur fram, og aðalráðini skulu royna at býta tingsetuna upp í tvey, so at uppskot verða løgd fram bæði áðrenn og eftir nýggjár. Harafturat eru aðalráðini biðin um at fáa eina javnari tilgongd av uppskotum í løgtingið.
Gongur út yvir góðskuna
Hóast roynt hevur verið at fáa tingarbeiðið javnari yvir alla tingsetuna, so skulu tingfólkini í hesum døgum viðgera ein ørgrynnu av málum, sum vórðu løgd fram beint áðrenn 5. mars.
? Eg má viðganga, at tað hevur ikki gingið serliga væl við at bøta um støðuna, og tað áttu fleiri uppskot at verið løgd fyri tingið áðrenn nýggjár, sigur løgmaður.
? Hetta minnir eitt sindur um fólkaskúlan, har vit øll kenna til at skriva stíl í seinastu løtu, áðrenn hann skuldi latast inn. Og tað tykist verða sera trupult at loysa trupulleikan í løgtinginum, men allir partar mugu royna at gera sítt, so at tað í øllum førum verður bøtt eitt sindur um støðuna.
? Eg skilji væl tingfólkini, sum halda hetta verða skeivt, tí tað í ferðin á tingarbeiðnum verður sett so nógv upp, so gongur tað út yvir kvalitetin í lógararbeiðnum, sigur Jóannes Eidesgaard.