Løgmaður sigur onki

Skulu vit hava skattalætta og skulu vit strika oljuavgjaldið? Løgmaður vil ikki siga eitt orð enn

Fíggjarlógin


Tað ber ikki til at siga nakað, fyrrenn vit eru liðug.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, vil ikki siga eitt orð um skattalætta og oljuavgjald í sambandi við fíggjarlógina fyri næsta ár.
Tá ið samgongan tók við, lovaði hon skattalætta ígjøgnum alt valskeiðið. Og nú oljan er farin upp í topp, eru tað politikarar, sum eru farnir at tosa um at lækka, ella heilt at strika oljuavgjaldið.
Eisini politikarar í samgonguni hava sagt seg sinnaðar at endurskoða oljuavgjaldið og tað eru enntá teir, sum halda, at tað er rættast at trika skattalættan komandi ár fyri aty fíggja eina lækking í oljuavgjaldinum.
Jóannes Eidesgaard, løgmaður, hevur onga viðmerking til hetta í løtuni.
 Vit arbeiða við fíggjarlógini og allir spurningar verða endavendir. Men onki er liðugt, fyrrenn alt er liðugt og tí kann eg onki siga um nakað, sigur løgmaður.