Formaðurin í øðrum av stóru andstøðuflokkunum, Jóannes Eidesgaard, heldur lítið um løgmansrøðuna, sum Anfinn Kallsberg helt ólavsøkudag.
- Har var ikki nógv at borðreiða við. Løgmaður legði m.a. út við at borðreiða við bankamálinum og markinum við Ongland. Sostatt fór hann heilt aftur til 1998, so hann mátti langt aftur, heldur formaður Javnaðarfloksins.
Sum fluga í fløsku
- Hugsa vit um sjálvstýrismálið, so var frustratión at hóma. Løgmaður var sum fluga í fløsku. Roynt var at fjala yvir egið máttloysi og at geva dønum skuldina. Hetta var lítið mansligt, men kundi neyvan verða øðrvísi, heldur Jóannes Eidesgaard.
- Annars var tað tos um privatiseringar, hóast eitt annað og nýtt orð varð nýtt, sigur Jóannes Eidesgaard og sipar til orðið einskiljing.
Hóskaði til veðrið
Jóannes Eidesgaard heldur, at røða løgmans hóskaði til veðrið, ið sum kunnugt ikki var av tí besta ólavsøkudag, tá tingið var sett.
- Har vóru eingi avrik og ongar visiónir. Nú var hetta síðsta løgmansrøðan, gamaní, men nógvar undanførslur vóru. Verður t.d. hugsað um partin um fólkaatkvøðuna, so var veruleiki jú, at tey óttaðust ein ósigur, sigur formaður Javnaðarfloksins.
Valstríðið byrjað
Spurdur, hvussu hann metir orð løgmans um eitt trupult heyst í samband við samráðingar og samskifti við danir, hvørt hetta eru undanførslur ella annað, sigur Jóannes Eidesgaard, at hetta kanska heldur skal metast, sum byrjanin til valstríðið.
- Óivað hevur samgongan nú í huganum, at eitt valstríð brátt er fyri framman. Óivað verður hugsað um hetta, við atliti til avrikini, tí veruleikin er jú, at samgonguflokkarnir brátt skulu í valstríð við andstøðuflokkarnar.
- Roynt verður at geva dønum alla skuldina fyri gongdina, hóast tveir partar eru. Danir hava møguliga forðað fyri, at tey stóru tingini eru hend, men hetta frítekur ikki Anfinn Kallseberg, sigur Jóannes Eidesgaard í viðmerking til løgmansrøðuna ár 2001.
(Les eisini samrøðu við Lisbeth L. Petersen)