Løgmaður ávaraði fíggjarnevndina

-Tey hugsaðu ikki nóg væl um avleiðingarnar, at tí, tey gjørdu. Men tey vórðu ávarað, sigur Løgmaður


-Tað, sum fór fram í Løgtinginum, tá ið fíggjarnevndin varð samtykt beint fyri jól, var í allar mátar óheppið.
Tað heldur samgonguleiðarin, Jóannes Eideagaard, løgmaður.
Heldur ikki hann er nøgdur við framferðina hjá meirilutanum í fíggjarnevndini.
Men hann vil hvørki geva Anfinni Kallsberg ella øðrum einstaklingum skyldina fyri tað, sum hendi.
- Tað má verða allur meirilutin í fíggjarnevndini við umboðum fyri Fólkaflokkin, Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, sum mugu taka hetta á sín kappa, heldur hann.
Tí vil hann heldur ikki geva javnaðarflokkinum skyldina fyri at selja seg ov bíliga. Hetta var eitt mál, sum allir flokkar vóru uppi í, sigur hann.
- Tað, sum hann sipar til, er at fíggjarnevndin vildi hava, at landið skal yvirtaka rakstrarútreiðslurnar hjá undirsjóvartunlunum.
 
Ávaraði fíggjarnevndina
Hann heldur, at meirilutin í fíggjarnevndini hugsaði ikki nóg væl um tær avleiðingar, hetta kundi hava við sær, sigur Løgmaður.
Men tey kunnu ikki siga, at tey ikki vórðu avarað, tí tað vóru tey, leggur løgmaður afturat.
Hann sigur, at hann ávaraði fíggjarnevndina ímóti at taka hetta við í fíggjarnevndina.
- At flyta rakstrarútreiðslur frá undirsjóvattunlunum yvir í landskassan, er ein rættiliga prinsipiell avgerð.
- Hinvegin hevur samgongan avtalað at endurskoða allan príspolitikkin í almenna samferðsluni og tað arbeiðið verður kanska klárt longu í vár. Tí átti ein einstakur lutur ikki at verðið tikin burturúr, sum tað at flyta  rakstrarútreiðslurnar til tunlarnar, yvir í landskassan.
- At fíggjarnevndin gjørdi tað, var ikki nóg væl umhugsað, tí nevndin átti at vita, at tað fór at elva til stóra ónøgd og til at fleiri onnur krøv av øllum handa slagi fóru at verða sett fram.
- Hinvegin vóru vit komin í so stóra tíðarneyð, at nú máttu ein fíggarlóg samtykkjast. Men vit mugu eisini staðfesta, at nú nærkast løgtingsvali og tað merkir ofta, at løgtingslimir hava hug at gjara út.
 
 
Hvørki at høgga ella stinga í
- Men hinvegin má so eisini sigast, at útgjaringarnar hava mangan verið væl dýrari enn hetta, sigur Jóannes Eidesgaard.
At flyta rakstrarkostnaðin hjá tunlunum yvir í landskassan er ikki fyri at lætta um hjá tunlunum.
- Endamálið er sjálvandi at minka útreiðslurnar hjá tunlunum fyri at gera tað bíligari at koyra ígjøgnum teir. Men skulu ferðaseðlarnir verða bíligari, er tað ein spurningur um tað er rætt at byrja við undirsjóvartunlunum, tí tað er mangar ferðir dýrari hjá einum húski at ferðast ímillum Suðuroy og Havnina, enn tað er at ferðast ígjøgnum undirsjóvartunlarnar.
- Og sum eg eisini ávaraði fíggjarenvndina um, førdi tað til stóra ónøgd, at undirsjóvartunlarnir vórðu tiknar burturúr heildini.
Men Løgmaður sigur, at fíggjarnevndin var hvørki til at høgga ella stinga í.
- Reaktiónin kom eisini skjótt og brátt, tí skuldi tað verða bíligari at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, skal tað eisini verða bíligari hjá øðrum at sigla við Strandferðsluni.
- Tí endaði hetta við, at Strandferðslan eisini fekk eina eykajáttan at lækka ferðaseðlaprísin fyri.
Men nú siga politikarar, at teir vistu ikki av, at hetta kom í tilmælið hjá fíggjarnevndini?
- At Løgtingslimir ikki lesa tað væl og virðiliga, sum teir skrivað undir upp á, kann ikki brúkast sum umbering fyri nøkrum sum helst. Tað skulu løgtingslimir geva sær stundir til, sigur Jòannes Eidesgaard
Men hann heldur, at øll ónøgdin í Løgtinginum stavaði frá hesum eina málinum.
- Tað var ikki bara John Johannessen, sum var ónøgdur, tó at hann gjørdi rættiliga vart við seg. Men eisini Poul Michelsen úr fólkaflokkinum var so ónøgdur at hann noktaði at atkvøða fyri skattalættanum. Tað er ein rættiliga prinsipiella avgerð fyri ein fólkafloksmann, so tað sigur eitt sindur um, hvussu ónøgdur hann var.
- Og eg veit, at eisini fleiri aðrir løgtingslimir vóru rættiliga misnøgdir við tað, sum fór fram, sigur Løgmaður, hóast teir atkvøddu fyri, fyri at vera trúgvur ímóti samgonguni.
Hann heldur ikki, at hetta hevur máað grundarlagið undan samgonguni.
- Tað hevur ikki styrkt hana. Men um tað hevur gjørt hana veikari, ivist eg í, sigur Løgmaður.