VERKFALL
Tórshavn: Verkfallið stendur í skrivandi stund við. Men hendan støðan kann lættliga broytast. Um partarnir í trætuni ikki loysa støðuna sjálvir, so er løgmaður klárir at loysa fløkjuna.
Í Sosialinum í gjár sigur Hendrik Old, at hann heldur, at løgmaður eigur at leggja seg útí málið, soleiðis at ein loysn kann fáast á verkfallinum.
Løgmaður er alt annað enn glaður fyri støðuna, og fyrisitingin hjá løgmanni hevur fingið boð um at gera eitt uppskot til løgtingslóg, sum ger ein enda á verkfallinum.
?Eg havi biðið fyrisitingina fyrireika eitt uppskot, sum ger tað soleiðis, at semingsuppskotið verður viðtikið við lóg. Mær kunnugt er uppskotið longu klárt, sigur løgmaður, Anfinn Kallsberg.
Løgmaður er av teirri sannføring, at vilja partarnir í verkfallinum ikki gera ein enda á verkfallinum, so vil hann gera tað fyri teir. So leingi samráðingar enn eru, vil løgmaður ikki gera nakað.
Løgmaður veit ikki heilt at siga, nær hann kann kalla tingið saman, ella um hann fer at gera tað. Tingið skal tó hava tingfund mikudagin 15. mai, har hevur løgmaður so møguleikan at leggja uppskotið fyri tingið.
Tað er soleiðis, at løgmaður í sínum embæti ikki kann gera annað enn at heita á partarnar í ósemjuni um at seta við samráðingar ella royna at finna eina semju. Løgmaður ella annar landsstýris- ella løgtingsmaður kann leggja uppskot fyri tingið, ið er einasti myndugleiki, sum við lóg at gera enda á ósemjuni millum Fíggjarmálastýrið og Skipara- og navigatørfelagið.
Løgmaður hevur enn ikki tosað við hinar flokkarnar í Løgtinginum um uppskotið, ið hann ætlar at leggja fyri tingið. Hann hevur ikki meiriluta fyri uppskotinum bert við samgonguni, og hann má tí í andstøðuna at leita eftir stuðuli.
?Eg vil eisini virka fyri, at vit ikki koma í hesa støðuna aftur, tí konfliktin er óhaldbar og drepandi fyri útjaðaran, sigur Anfinn Kallsberg at enda.