Mánadagurin 24. og týsdagurin 25. august fara uttan iva at vera mettir sum týðandi og søguligir dagar, tá oljusøga Føroya helst verður skriva ein dag. Tá vitjaði ein føroyskur oljumálaráðharri og løgmaður fyri fyrstu ferð á oljupallum í Norðsjónum - sum ein náttúrligur liður í fyrireikingunum til eina komandi føroyska oljuvinnu.
Eyðun Elttør, nýkosni oljumálaráðharrin fór mánadagin við tyrlu úr Bergen út á Veslefrigg boripallin hjá Statoil. Dagin eftir fór so sjálvur løgmaður, Annfinn Kallsberg, á eina líknandi ferð út á oljupallin Snorre umleið 150 kilometrar úr landi. Sosialurin var saman við løgmanni og fylgisneytum hansara.
Í yvirlivilsisbúna
Eftir at hava verið á almennari vitjan í norska høv-uðsstaðnum og har vitjað Harald kong, Kjell Magne Bondevig, forsætisráðharra, Marit Arnstad, olju- og orkumálaráðharra og Peter Angelsen, fiskimálaráðharra varð tíðliga týsmorgunin gjørt klárt at fara út í Norðsjógvin. Saman við løgmanni vóru eisini Marjun Hanussardóttir, løgmansstjóri, Herluf Sigvaldsson, deildarleiðari á løgmansskrivstovuni, Mogens Holm Petersen, ráðgevi í føroyskum viðurskiftum í danska uttanríkisráðnum Finn Christiansen, norski konsulin í Føroyum.
Eftir at hava fingið eina frágreiðing um strongu trygdarviðurskiftini lótu løgmaður og fylgi seg í teir eyðkendu reyðu yvirlivilsisbúnarnar, sum tey, ið fara út á boripall við tyrlu, skulu vera ílætin.
Túrurin út á Snorrapallin tók góðan tíma. Á leiðini var høvi til at síggja fleiri av teimum stóru og kendu oljupallunum í Norðsjónum, teirra millum Troll, Gullfaks og Statfjord.
Áðrenn lent varð á tyrlupallinum á Snorre varð flogið tætt fravið pallinum nakrar ferðir, soleiðis at løgmaður betur kundi síggja, hvussu hesin nýggi og fremmandi heimurin sær út úr erva.
Á pallinum vóru føroysku gestirnir sera væl móttiknir. Føroyska flaggið varð vundið á stong, og har varð borðreitt við øllum góðum. Eftir eina stutta trygdarfrágreiðing fingu løgmaður og hini nýggjar búnar og trygdarskógvar.
Síðani var »sightseeing« á pallinum.
Rullar
Snorre er ein kombineraður framleiðslu- og boripallur. Um somu tíð, sum oljan kemur upp úr undirgrundini vera nýggj hol borað niður í stóru goymsluna langt niðri í undirgrundini.
Tað óvanliga við hesum pallinum er eisini, at tú kanst faa sjóverk umborð, um tú ikki er vanur at vera á sjónum. Pallurin stendur ikki á føstum beinum, sum teir flestu pallarnir gera, men hann er festur í veirar og rør, ið aftur eru fest í havbotnin. Hetta ger, at hann flytur seg eitt vet til síðuna av og á.
Tað er norska oljufelagið Saga Petroleum, sum er operatørur. Tvs. at tað er henda fyritøkan, sum stendur fyri vitjan løgmans. Og sigast má at her gekk alt sum smurt. Alt varð væl lagt til rættis frá byrjan til enda.
Føroysku gestirnir vóru eisini sera hepnir við veðrinum. Tað var sólskin henda dagin úti í Norðsjónum.
Snorre er bert ein av mongum oljupallum í Norðsjónum. Pallurin liggur stutt frá bretska markinum, og er møguligt at síggja fleiri av oljupallinum á bretskari síðu higani.
Stór framleiðslan
Samlaða oljuframleiðslan á Snorre er ein tann størsta á einum einstøkum palli í Norðsjónum. Samlaða framleiðslan er omanfyri 300.000 tunnur um samdøgrið. Umframt egnu framleiðsluna verður eisini olja frá einum av sokallaðu satelittunum á havbotninum nærhendis, nevndur Vigdis, flutt umborð á Snorre og higani flutt víðari til Statfjordfeltið, har oljan so verður flutt víðari á marknaðin.
Umleið 150 mans eru umborð á Snorre. Eins og á øðrum oljupallum verður her gjørt alt fyri at økja um úrtøkuna tvs. at fáa sum mest av olju upp úr goymslunum á lættasta og skjótasta hátt. Á Snorre eru teir eisini ernir av, at tað hevur eydnast at økja um úrtøku prosentið úr teimum 30 uppí 45-50%. Nýggja tøknifrøðin ger hetta møguligt.
Arbeitt verður eisini við eini útbyggingarætlan á Snorre-feltinum. Talan er at seta upp enn ein pall á feltinum, soleiðis at framleiðslan verður størri og meira effektiv. Vit tosa um milliardir av krónum í nýggjum íløgum.
Løgmaður hugtikin
Áðrenn farið varð av aftur pallinum takkaði løgmaður fyri seg og hinar føroyingarnar. Hann helt fyri, at hetta er ein so stór og nýggj verð, at tað tekur tíð at sodna øll inntrykkini. Hann var ikki sørt hugtikin av øllum hesum stóra og nýggja. Anfinn Kallsberg greiddi stutt frá royndunum í Føroyum at byrja eina oljuvinnu.
Leiðin gekk síðani til Sola-floghavnina uttan fyri Stavanger, har løgmaður dagin eftir skuldi hitta umboð fyri norskar oljumyndugleikar og annars vitja á ONS-framsýningini.