Løgmansrøðan send í Danmark

 Sum nakað nýtt, fáa føroyingar búsitandi í Danmark - og danir nú høvi at síggja nýggjársrøðu løgmans í donskum sjónvarpi.

Nýggjársrøða løgmans verður sum vanligt send nýggjársaftan í Kringvarpi Føroya klokkan 19. Umframt verður hon send 1. januar á donsku rásini dk4. Her verður røðan við donskum undirteksti, og hon verður send klokkan 22.40.
 Tað er danska sjónvarpsrásin, sum hevur biðið um at sleppa at senda røðuna, og tað halda vit sjálvandi vera eitt frálíkt hugskot, sigur Bjørt Samuelsen, kunningarráðgevi á Løgmansskrivstovuni.
Tað verður løgmansskrivstovan, sum syrgir fyri, at nýggjársrøðan verður send við donskum undirtekstum, og verður hetta gjørt í samstarvið við Kirngvarpið, sum eisini syrgir fyri, at DK4 fær sendingina klára at senda.
Nýggjársrøðan verður hesaferð tikin upp fríggjakvøldið  kvøldið fyri nýggjársaftan.
 Vit vilja royna at fáa hana so ferska, sum gjørligt. Í fjør var hon tikin upp triðja jóladag  dagin eftir flóðalduna í Indiska havinum. Men tá røðan varð send, varð vanlukkan vorðin so nógv álvarsamari, enn hildið var, tá røðan varð tikin upp, sigur Bjørt Samuelsen,s um roknar við, at hetta er komið fyri at vera, at røðan verður send í Danmark.
 Hesaferð er tað DK4, tað kann sjálvandi vera onkur onnur støð, sum vil senda hana næstu ferð  og hetta hevur stóran týdning, tí tað búgva so nógvir føroyingar í Danmark, sigur hon.