Løgreglan á berum í máli um vápnað rán

Í gjár vóru fýra vikur síðani, at vápnað rán varð framt í einum handli í Havn. Men enn hevur løgreglan onga hóming av, hvør ránsmaðurin er

John Johannessen


Løgreglan hevur hoyrt nógvan slatur og nógv fólk eru avhoyrd í sambandi við vápnaða ránið, sum fór fram í handlinum hjá P. A. Restorff fyri tveimum vikum síðani. Men kortini hevur kriminalløgreglan onga hóming av, hvør ránsmaðurin er.

Besta sporið, løgreglan higartil hevur fingið, er tá eitt útlendskt ferðafólk, ið gekk framvið P. A. Restorff tá ránið fór fram, leygardagin ringdi til løgregluna og segði seg hava sæð mannin flýggja á einari súkklu oman eftir Grík Kambansgøtu. Men har enda eisini øll spor fyri løgregluna.

Ein súkkla er funnin, ið kann vera súkklan, ránsmaðurin flýggjaði við, men hetta er tó ikki vist. Kriminalløgreglan kannar í løtuni súkkluna.

Av løgreglustøðini í Havn siga tey seg ikki duga at siga, nær komið verður á mál í kanningunum av vápnaða ráninum í P. A. Restorff í Havn.