Løgreglan eftirlýsir brotsmanni

Tríggjar neyðtøkuroyndir, sum allar líkjast, hava nú við sær, at løgreglan í Havn eftirlýsir ein ungan mann. Maðurin hevur tríggjar ferðir roynt at gera seg kynsliga inn á ungar gentur á náttartíð. Seinasta royndin var sunnumorgunin.

Í Degi & Viku í kvøld seg løgreglan seg fegin vilja hoyra frá teimum, ið halda seg hava sæð ella hoyrt nakað, sum kann hava samband við hesi mál. Eisini vilja tey fegin frætta, um onnur hava verið úti fyri líknandi upplivingum í sama tíðarskeiði, men ikki hava boðað frá.

Telefonnummarið á politistøðini í Havn er 35 14 48.