Løgreglan fann undirskrivað separatiónsskjøl

Spurningurin er, um Anne-Elisabeth Hagen ætlaði at fara frá manni sínum, Tom Hagen. Nú veit VG at siga, at løgreglan hevur funnið undirskrivað separatiónsskjøl í heiminum.

 

 

VG sigur seg í kvøld frá fleiri keldum vita, at løgreglan undir sínari húsarannsókn í heiminum hjá ríkmanshjúnunum, Anne-Elisabeth og Tom Hagen, hava funnið separatiónskjøl, sum eru dagfest fleiri ár, áðrenn konan hvarv hin 31. oktober í 2018. Sum skilst, hevur Anne-Elisabeth Hagen skrivað undir skjølini, men ikki Tom Hagen.

Sambært VG heldur løgreglan hesi skjøl hava týdning fyri kanningararbeiðið, tí pappírini benda á tað, sum vitni muntliga hava sagt fyri løgregluni. Anne-Elisabeth Hagen hevur nevniliga fortalt fyri fólki, hon hevði við at gera, at hon í fleiri ár hevði livað í einum turbulentum hjúnalagi, og løgreglan heldur, at fleiri spor benda á, at hon vildi skiljast.

VG hevur eisini ført fram, at Tom Hagen áður hevur sýtt fyri, at hann og konan nakrantíð høvdu snakkað í álvara um at skiljast. Í fjør vetur skal Tom Hagen eisini hava fortalt løgregluni sína versjón um hjúnabandið. Her skal hann hava sagt, at hann og konan ongantíð høvdu snakkað um skilnað - heldur ikki, tá kreppa var í hjúnalagnum.

Tom Hagen skal tó hava viðgingið, at hjúnaskilnaður hevur verið nevndur sum uppskot um loysn eftir onkra kreppu, men hann hevur lagt dent á, at tey ongantíð høvdu sett seg niður at snakkað "seriøst" um hetta. Hann heldur ikki, at tey nakrantíð hava verið hjá hvør sínum advokati og snakkað um hjúnaskilnað.

Í avhoyringum í fjør vetur skal Tom Hagen hava sagt, at hjúnaskilnaður ikki var ein møguleiki fyri tey, og í somu avhoyring umrøður hann eisini seg sjálvan og konuna sum eitt "spennandi" par við ymiskum persónligheitum. Hann helt ikki, at tey bæði hava havt eitt turbulent hjúnlag.

Undir avhoyringum hjá løgregluni skal Tom Hagen sambært VG hava sagt, at kreppa í hjúnalagnum kann merkja, at hjúnaskilnaður er nær, men soleiðis, sum miljarderurin sigur seg minnast, komu tey bæði ongantíð so langt, at tey "seriøst" snakkaðu um at skiljast. Tom Hagen hevur viðgingið, at tey høvdu eina stóra kreppu í hjúnalagnum fleiri ár afturi í tíðini, men tá vóru tey samd um at rudda upp og lata tíðina lekja tað mesta.

Kreppan, sum Tom Hagen sipar til, var sambært VG í 1990-unum, men separatiónspappírini, sum nú sambært heimasíðuni eru funnin í heiminum hjá hjúnunum í Lørenskog, eru dagfest fleiri ár seinni.

Umleið hálvt ár eftir, at Tom Hagen varð avhoyrdur um hjúnalagið, vórðu eisini hansara trý vaksnu børn avhoyrd um tað sama.  Her vildi løgreglan serliga vita, um børnini vistu nakað um, at nakað av foreldrunum ynskti at sleppa sær burtur úr hjúnalagnum. Sambært VG søgdu børnini seg slett ikki kenna seg aftur í hesum um hjúnabandið hjá foreldrunum. 

Eitt av børnunum skal sambært VG hava sagt, at trupulleikar høvdu verið í hjúnalagnum, men at kærleikin hevði sigrað, og at foreldrini høvdu valt at vera saman. 

##med2##

Verjin hjá Tom Hagen, Svein Holden, sigur seg ikki hava sæð undirskrivaðu separatiónsskjølini, sum VG sipar til, og hann vil ikki gera viðmerkingar til, um Tom Hagen møguliga veit um, at hesi skjøl finnast.

- Hjúnabandið millum Tom Hagen og Anne-Elisabeth Hagen hevur - sum flestu hjúnabond - havt sínar góðu og minni góðu dagar. Spurningurin um skilnað hevur verið uppi og vent millum tey bæði, men tað kom ongantíð har til, at hjúnaskilnaður var til umrøðu sum veruligt alternativ.

Verjin, Svein Holden, sigur, at tað, sum VG vísir til, liggur næstan 10 ár afturi í tíðini, og hann ásannar, at hetta var ein trupul tíð í hjúnalagnum hjá teimum báðum. - Men, tey komu saman ígjøgnum hesa tíðina, og kreppan gjørdi, at hjúnabandið gjørdist enn sterkari, sigur Svein Holden í einum tekstboðum til VG.