Løgreglan farin til Nólsoyar at halda skil á

Nólsoyingar hava blokera Ternuna og eini 40 fólk hava nú sitið føst umborð í fýra tímar

Enn er Ternan ikki sloppin frá bryggju í Nólsoy, eftir at Nólsoyingar at kalla hertóku hana seint seinnapartin í dag.

Men nú er løgreglan farin til Nólsoyar at tryggja, at halda skil á og at tryggja, at alt fer friðarliga fram.

Samstundis verður roynt at fáa ein enda á blokaduni, soleiðis at Ternan aftur sleppur í sigling.

Les eisini: Ternan hertikin, vit hava fingið nokk

Tað var tá ið Ternan kom til Nólsoyar klokkan knapt fimm seinnapartin, at nólsoyingar tóku hana og syrgdy fyri, at hon ikki slapp av stað aftur. Teir fingu enda umborð og spentu veiður fyri innsiglingina.

Sostatt er øll ferðaætlanin í kvøld farin heolt av lagi, og fyribils hevur Ternan mist ein túr í kvøld.

Við hesum tiltakinum vilja nólsoyingar mótmæla, at Ternan í tíð og ótíð, verður tikin úr sigling, tí hon skal avloysa Teistan.

Tey krevja eisini, at nýggja samgongan, sum verður skipað eftir løgtingsvalið í gjár, beinleiðis setir tað í samgonguskjalið, at ein nýggj nólsoyarferja skal byggjast.

Løgreglan sigur, at tosað verður nú við nólsoyingar fyri at fáa ein enda á blokaduni, men at tey annars ikki eru sinnað at leggja upp í sum so.

Tað eru eini 40 ferðafólk við Ternuni, eisini børn, og tey hava nú sitið føst umborð og bíða í einar fýra tímar.

Men ferðafólk siga, at nú hava tey fingið heita suppu, so tað er ikki so galið.

Men tey siga, at nú eru tey rættiliga farin at ótolnast eftir eini loysn.