Løgreglan hjálpt nógvum fullum fólki í nátt

Gøturnar hava verið pinnpakkaðar við fullum fólki og tveir mans vóru so druknir, at teir máttu á sjúkrahús

Aftur í nátt hevur løgreglan havt úr at gera við at hjálpa fólki, sum høvdu drukkið seg frá viti og skili.

Løgreglan sigur, at tað hevur verið rættiliga nógv fólk í býnum, og tað var eisini rættiliga týðiligt, at nógv fólk høvdu drukkið meiri enn gitt er - og fleiri høvdu eisini drukkið nógv meiri enn gott er.

Í hesum sambandi hevur løgreglan havt nógv arbeiði at hjálpa fullum fólki. Men veðrið var gott, so nógv vóru hjálpt yvir enda, onnur vórðu hjálpt á føtur, men løgreglan hevur eisini koyrt fleiri fólk til húsar.

Men tveir mans vóru so druknir, at tað fekst ikki samband við teir og tí helt løgreglan, at ráðiligast var at fáa teir undir læknahond, og tískil vórðu teir koyrdir á sjúkrahús, annar í Klaksvík og hin á Landssjúkrahúsið.

Annars var eisini fitt av fólki í Fámjin í nátt har tað var túnadansur, og í tí sambandi steðgaði løgreglan fleiri bilum, men har var einki at viðmerkja.

Løgreglan var eisini boðsend, har tað var falskur alarmur, tí tað var onkur, sum hevði koyrt aftan á ein leigubil, sum koyrdi rættiliga óstøðugt og tí høvdu tey illgruna um, at bilførarin var ikki edrúvur.

Men tað var hann, tað var nokk meiri tað, at hann royndi at njóta útsýnið, samstundis sum hann skuldi koyra, og tað gekk so illa út yvir koyrilagið, at fólk hildu, at hann koyrdi skít.