Løgreglan kann klippa nógvar plátur

Akstovan hevur latið løgregluni 592 mál um plátumiss

Akstovan hevur í dag latið politistøðunum kring landið 592 mál um vegskattaeftirstøður.

Vegskattaeftirstøðurnar eru um vegskattin fyri seinna hálvár í ár, og er vegskattur ikki goldin fyri akfarið, kann løgreglan klippa pláturnar av bilunum.

Akstovan sigur, at kunnu eigararnir av akførunum ikki vísa kvittan fyri goldna vegskattaeftirstøðu, tekur løgreglan nummarpláturnar av akførunum.

Talið á málum í heyst er á sama støði sum sama tíðarskeið í fjør, tí tá vórðu latin 581 mál um plátumiss til løgregluna.