Politiið hevur nú sent út tíðindaskriv um deyða mannin á Vaglinum.
Bergleif Brimvík, leiðari á Kriminaldeildini sigur, at løgreglan í dag klokkan 1745 fekk fráboðan um, at ein lívleysur persónur lá
á vøllinum út fyri Tinghúsið í Tórshavn.
Sjúkrabilur bleiv eins og løgreglan send til staðið, og tað bleiv seinni staðfest, at persónurin var deyður. Politiið kannar í løtuni málið nærri, og herundir um talan kann vera um eitt brotsverk.
Persónurin er eyðmerktur, men tey avvarðandi eru enn ikki kunnaði. Tá ið nærri upplýsingar fyriliggja, vil eitt nýtt pressuskriv verða sent út, helst seinni í kvøld, sigur Bergleif Brimvík á Kriminadeildini hjá Politinum.