Í Danmark krevur løgreglan, at fyrrverandi oddamaðurin í FC København, Flemming Østergaard, skal hava millum eitt hálvt og fýra árs fongsul. Tað skrivar Ekstrablaðið í dag.
Málið snýr seg um svik við virðinum á partabrøvunum í felagnum Parken, sum eigur FC København, Lalandia og fitness.dk. Løgreglan hevur skuldsett leiðsluna í felagnum við Flemming Østergaard á odda fyri at hava hildið partabrævavirðinum óveruliga høgt uppi við at keypa egin partabrøv fyri knappar 265 milliónir krónur.
Í sambandi við málið hevur løgreglan lagt hald á innanhýsis teldupost. Harumframt hevur løgreglan fleiri bandupptøkur við týðandi upplýsingum.
Verjin hjá Flemming Østergaard sigur við TV2, at hann hevur ikki frætt nakað um, at løgreglan krevur fongsulsrevsing.