Ein leigubilur hevur staðið tómur á Viðareiði síðani seinnapartin í gjár. Óvist er, hví bilurin er tómur, men løgreglan sigur, at fólk á staðnum eru bangin um, at hetta kunnu vera ferðafólk, sum eru í neyð.
Tað er einki samband við fartelefonina hjá tí persóninum, sum stendur fyri leigubilinum. Løgreglan veit ikki, um onnur eru við viðkomandi ella ikki. Tí hevur løgreglan fyri løtu síðani sent tveir hundar í fjøllini at leita eftir fólkunum.
- Bilurin er útleigaður til fríggjadagin, so tað kann saktans vera talan um fólk, sum eru telttúr í haganum í nakrar dagar. Men vit vilja heldur kanna málið, sigur løgreglan.
In.fo fylgir málinum.