Løgreglan arbeiðir út frá teirri teori, at Dánjal Petur Hansen er fyribeindur, og at ein silvurgráur Skoda Fabia er brúktur til endamálið. Tað upplýsti Bergleif Brimvík fyri útvarpinum á middegi.
Bergleif Brimvík segði, at løgreglan framveigs fegin vil hava upplýsingar, sum kunnu hjálpa løgregluni at finna útav, hvar hesin silvurgrái Skoda Fabia hevur veriðí tíðarskeiðinum frá 5. november og nakrar dagar fram.
Nógvir politistar og sjálvboðin eru við í leitingini. Eisini eru froskmenn í sjónum og leita fram við fjøruni - leitingararbeiðið gongur eisini fyri seg á fjarskotnum vegateinum, ið ikki verða so nógv brúktir, sigur Bergleif Brimvík við Kringvarpið.
Í Oyndarfirði verður hildið fram við at leita í øskudunganum frá brennistøðini á Hagaleiti. Har vænta teg at verða liðug í dag.
Politiið væntar eisini, at kriminalteknisku kanningarnar í teimum báðum húsunum og av teimum báðum bilunum vera lidnar í dag.