Løgreglan skal kanna leka um skatt

Donsku fjølmiðlarnir eru aftur farnir at viðgera skattaviðurskifti hjá Helle Thorning-Schmidt, eftir at blaðið B.T. í dag hevur drúgva grein um málið. Millum annað endurgevur blaðið eitt bræv, sum skattavaldið sendi Helle Thorning-Schmidt og manni hennara, Stephen Kinnock. Talan er um eitt persónligt bræv, og tað hevur fingið ilt í fleiri politikarar, eitt nú forsætisráðharran, at eitt blað hevur fingið fatur á einum tílíkum bræv frá skattavaldinum. Lars Løkke Rasmussen segði í morgun, at hann tók tað sum eina sjálvfylgju, at skattavaldið kannar lekan.

Tað hevur skattavaldið longu gjørt.

-Vit kunnu ikki góðtaka, at ivi verður sáddur um okkara tagnarskyldu og serstakliga ikki í málum av hesum slagnum. Tað er revsivert at bróta tagnarskylduna, og tí fara vit longu í dag at biðja løgregluna í Keypmannahavn kanna málið, sigur Peter Loft, sum er skrivstovustjóri í skattamálaráðnum.