Løgreglan slept málinum um Madeleine McCann

Portugisiska løgreglan leggur nú málið um ta horvnu Madeleine McCann í skuffuna, tí hóast drúgvar kanningar hevur løgreglan onga hóming av, hvussu gentan hvarv, ella hvar hon er

Sambært portugisiska blaðnum Jornal de Noticias er løgreglan komin til ta niðurstøðu, at tað ber ikki til at finna nakran ella nøkur sek í málinum um Madeleine McCann. Tí hevur kanningardeildin hjá løgregluni gjørt av at gevast við kanningunum, og keldur siga fyri blaðnum, at hetta helst merkir, at málið verður slept.

 

Í hesum døgum eru 14 mánaðir, síðani Madeleine McCann hvarv úr einari íbúð í Portugal, men hóast umfatandi kanningar hevur løgreglan ikki kunnað staðfest, um talan var um dráp ella burturflyting.

 

Løgreglan hevði leingi illgruna til foreldrini hjá Madeleine, men sambært Jornal de Noticias hevur løgreglan ásannað, at hon hevur einki prógv, sum knýtir foreldrini at einari møguligari brotsgerð. Ein triði persónur, Robert Murat, hevur eisini verið undir illgruna, men løgreglan hevur seinni sagt, at hon hevur heldur eingi prógv ímóti honum.

 

Portugisiski verjin hjá McCann-hjúnunum, Carlos Pinto de Abreu, sigur við Jornal de Noticias, at málið um Madeleine verður ikki slept her, tí gevst løgreglan við sínum kanningum, fara hann og foreldrini at leggja so mikið størri dent á at loysa gátuna um ta horvnu gentuna.