Løgreglan: Ungfólk settu eld á Puk Studio

9 ungfólk verða skuldsett fyri eldáseting

Millum jóla og nýggjárs brendi heimskenda Puk Studio norðanfyri Randers í Danmark í grund. Bygningarnir vóru í ringum standi, og studio var niðurlagt, men kortini kom tað illa við, at tiltiknu studiobygningarnir brunnu í grund.

Ritzau skrivar, at nú hevur løgreglan skuldsett 9 ungfólk í aldrinum millum 16 og 20 ár fyri at hava sett eld á Puk Studio. Løgreglan sigur, at øll ungfólkini neyvan hava verið við at seta eld á, men at kanningararbeiðið skal finna fram til, hvussu leikur fór. 

Heimskendir tónleikarar sum Elton John, George Michael og Depeche Mode hava gjørt innspælingar í Puk, og tað hava nógvir av fremstu donsku tónleikarunum eisini. Fleiri føroyskir tónleikarar hava eisini verið í Puk Studio, og framleiðarin Óli Poulsen eigur nógvar tímar í legendarisku upptøkuhølunum.