Vápnað løgreglulið leyp fyri løtu síðani á eini hús í Oslo.
Løgreglan váttar fyri fjølmiðlum, at álopið hevur samband við yvirgangin fríggjadagin.
Higartil hevur stóri spurningurin verið, um Anders B. Breivik, var einsamallur um illgerðina ella ikki.
Sjálvur sigur hann, at hann var einsamallur, men løgreglan arbeiðir av kraft upp á at eftirkanna um hann sigur satt ella ikki.
Fleiri av teimum, sum sluppu av politisku ungdómsleguni á Utøya við lívinum, hava greitt frá, at tað var ikki bara ein maður, sum skeyt.