Løgreglan í Føroyum ávarar nú um, at svikarar gera um seg á samskiftisappuni Viber.
Viber er samskiftisappa lík Messenger ella Whatsapp.
Fleiri brúkarar hava fingið eini boð, har teir verða biðnir um at trýsta á eina leinkju fyri síðani at tøppa inn fleiri loyniorð, ið teir fáa sendandi umvegis SMS.
Svikarin sendir síðani eini boð um, at hann hevur hackað telefonina og sigur, at hann nú hevur atgongd til gjaldskort, netbanka og kontaktir, og at hann er førur fyri at sperra simkortið á telefonini.
Løgreglan metir tó, at talan er um tómar hóttanir sum hava til endamáls at kroysta fólk til at lata pening til svikaran.
Løgreglan heitir tó á fólk um at taka skermsmynd av boðunum og at blokera sendaran. Eisini skulu boðini slettast. Løgreglan leggur aftrat, at undir ongum umstøðum skalt tú trýsta á leinkjuna ella svara svikaranum.
At enda leggur løgreglan aftrat, at tú skalt altíð vera varin við boðum, ið tú fært frá ókendum sendarum.