Løgreglan viðger javnan mál um nakinmyndir

Løgreglan frættir javnan frá ungum gentum, hvørs persónligu myndir verða misnýttar á internetinum.

 

Tað kann vera heldur torført at skilja hjá eldru ættarliðunum, men miðlaveruleikin hjá teimum ungu er fullkomiliga kollveltur í mun til tað sum var fyri bara 30 árum síðani.

 

Fartelefonirnar og ikki minst tær við myndatólum hava skapt ein dagligdag hjá teimum ungu, sum er fullur av myndum. Tey liva í eini mentan, sum er gjøgnumseyrað av myndum. Hvussu nógv snaps munnu gentur senda, longu áðrenn tær fara í skúla í morgunin? Ikki av sær sjálvari, neyðturviliga, og als ikki nakinmyndir, men nokk til at myndir gerast ein nátúrligur partur av teirra gerandisdegi og frítíð.

 

Meðan tey frá 35 ára aldri og uppeftir eru á Facebook, eru tey ungu farin víðari til aðrar miðlar, sum eru enn meiri bygdir upp rundan um myndir, so sum Instagram og Snapchat. Myndir og myndatøkur fylla sostatt ein stóran part av sosiala lívinum hjá teimum ungu. Og onkur teirra koma í óføri av tí sama. Tí tá ein situr heima við afturlatnari hurð er lætt at gloyma, at á internetinum stendur hurðin ofta heilt opin.

 

 

- Vit hava javnan slíkar sakir, har ofta gentir senda myndir av sær sjálvari til onkran, sum síðani senda tær víðari, sigur Heri Andreassen, kanningarleiðari hjá løgregluni í Føroyum, í samband við málið, sum Sosialurin skrivaði um í gjár. Ein ungur maður er skuldsettur fyri at hava sent nakinmyndir av sær sjálvum til ungar gentur og kvinnur og síðani bjóðað teimum at senda sær líknandi myndir av teimum sjálvum. Tær skuldu fáa pening og gávur í býti.

 

Sosialurin hevur javnan umrøtt slík mál. Her eru trý tey seinastu dømini úr Sosialinum:

 

Sendi mynd til vinmenninar

Í desembur í fjør fekk ein 21 ára gamal maður 40 daga treytaða fongsulsrevsing fyri at hava tikið eina mynd av einari 14 ára gamlari gentu og sent hana víðari til vinmenn sínar á Snapchat. Gentan var komin at vitja mannin, tí tey skuldu hyggja eftir einum filmi saman. Uttan at hon varnaðist, hevði hann tikið eina mynd av henni, har hon var mest sum nakin, og sendi myndina víðari. Onkur av vinmonnunum tók eina skíggjamynd av hesum, tí komandi tíðina ferðaðist myndin runt millum tey ungu í býnum.

 

Myndin bleiv deild um allan býin

Í mars 2016 prentaði Sosialurin eina samrøðu við eina 14 ára gamla gentu, sum hevði sent einum drongi eina mynd av sær sjálvari. Myndin bleiv síðani send víðari til onnur.

- Alt byrjaði við, at nakrir dreingir royndu at trýsta meg til at senda teimum eina nakinmynd. Eg noktaði fleiri ferðirnar, men teir hildu á, og byrjaðu at senda mær nakinmyndir av sær sjálvum. At enda føldist trýstið so stórt, at eg varð noydd at geva eftir. Eg sendi teimum eina mynd, greiddi gentan frá.

Myndin av 14 ára gomlu gentuni bleiv deild víða, millum annað umvegis Facebook og Snapchat.

- Eg gjørdist illa fyri og vildi spýggja alla tíðina. Tað var torført at vera glað, tí eg visti ikki, hvør hevði sæð myndirnar.

 

Mamma at gentuni sigur í tí greinini, at hon á Snapchat brúkaranum hjá dótrini kom fram á ein vaksnan mann.

- Hann hevur fleiri profilar, ið hann brúkar at senda nakinmyndir og sjónbond av sær sjálvum til ungar gentur, meðan hann roynir at lokka tær at senda nakinmyndir aftur.

- Tað er ikki bara til mína dóttur, men fleiri aðrar eisini. Eingin veit, hvør hann er, men sjálvt um tær strika hann sum vin, so stovnar hann bara ein nýggjan brúkara og finnur tær aftur á Facebook, Skype Snapchat og aðrastaðni, greiddi mamman frá, sum eisini sigur, at hon hevur boðað løgregluni frá hesum.

 

Gentan sigur, at eitt hevur hon lært av øllum hesum.

- Ikki latið tykkum lokka av øðrum ungum. Um tað er nakar, ið roynir at trýsta teg til nakað, ið tú ikki ynskir, ella sendir nakað, ið fer um mark, far so til foreldrini. Tað er nógv betri at siga teimum frá enn at handla sjálv, sigur hon.

 

Legði mynd av eks-damuni á Facebook

Í novembur 2015 var ein maður í 20’unum dømdur 50 daga fongsulsrevsing og 1.000 krónur í bót fyri millum annað at hava lagt eina mynd av fyrrverandi damuni út á Facebook. Tey bæði vóru ikki longur par og hetta kvøldið hevði hann fleiri ferðir verið eftir gentuni. Fyrst hevði hann elt eftir henni í bili sínum, áðrenn hann seinni, tá hann møtti henni í bilinum, koyrdi yvir á hennara síðu av vegnum. Tað var einans tí, at hon snaraði brádliga undan, at bilarnir ikki rendu saman, greiddu vinkonur hennara frá í rættinum. Nakrar tímar seinni legði hann so myndina av gentuni út á Facebook, har hon lá í okkurt um 15 minuttir, áðrenn hann strikaði hana aftur.