Løgregluátøk kring um í Danmark

Ein rúgva av løgreglubilum, vápnað løgreglufólk í sivilum búnum og tungt vápnaði løgreglufólk komu fyrr í kvøld inn á ein garð á Suðurfjóni.

Ein rúgva av løgreglubilum, vápnað løgreglufólk í sivilum búnum og tungt vápnaði løgreglufólk komu fyrr í kvøld inn á ein garð í býnum, Espe á Suðurfjóni.

 

- Eg kom inn í býin og sá ein hóp av løgreglubilum. At síggja til komu nøkur løgreglufólk frá PET, tí tey vóru sivilt klødd, og síðan vóru nøkur løgreglufólk, sum vóru í svørtum hjálmum og skottryggum vestum.

 

Tað sigur fotografurin hjá Ekstrablaðnum, sum var á staðnum.

 

Átakið fór fram á einum garði á Lydinge Møllevej, og her vóru bæði foreldur og børn til eitt tiltak í einum samkomuhúsi, tá tey knappliga hoyrdu fleiri skot.

 

- Eg snakkaði við ein, sum var í samkomuhúsinum, og hesin segði seg hava hoyrt fýra ella fimm skot, sum ljóðaðu, áðrenn løgreglan kom innar. Tey søgdu, at á garðinum býr eitt par, sum ikki var heima, sigur fotografurin hjá Ekstrablaðnum.

 

Løgreglan er nú liðug við átakið á garðinum á Lydinge Møllevej, men tað eru framhaldandi nógv løgreglufólk í økinum, sigur fotografurin hjá blaðnum.

 

Ekstrablaðið hevur eisini spurt løgregluna í Keypmannahavn, sum stendur aftan fyri átakið á garðinum, men tey ynskja ikki vátta ella avsanna átakið.

 

- Nei, tað kann eg ikki gera viðmerkingar til, men eg kann bara siga, at vit hava átøk kring um í landinum, sigur Riad Tolba, talsmaður hjá løgregluni í Keypmannahavn.