Tveir fyrrverandi løgreglumenn í New York hava fingið lívlanga fongsulsrevsing fyri at hava framt átta morð fyri mafiuna, meðan teir arbeiddu sum løgreglumenn. Undir kanningunum kom løgreglan eisini eftir, at teir høvdu fingið fasta løn frá mafiuni, samstundis sum teir fingu løn sum løgreglumenn. Sambært ákæruritinum fingu teir 4.000 dollarar í part um mánaðin frá mafiuni og 65.000 dollarar fyri eitt morð.
Sambært dóminum myrdu tann 54 ára gamli Louis Eppolito og tann 64 ára gamli Stephen Caracappa tvey fólk í tíðarskeiðinum frá 1986 til 1990, meðan teir lótu mafiuna fáa hini seks, sum síðani vórðu fyribeind. Umframt morð og medvirkan til morð vórðu teir báðir eisini dømdir fyri burturflytingar og rúsevnahandil.
Louis Eppolito og Stephen Caracappa vóru sera nógv avhildnir sum løgreglumenn, til teir fóru frá við eftirløn í nítiárunum, og teir vórðu heiðraðir fleiri ferðir. Men dómarin í rættinum í New York helt lítið um teir og avrik teirra.
-Hetta eru ivaleyst tey ringastu brotsverkini, sum hesin dómstólurin nakrantíð hevur viðgjørt, segði Jack Weinstein, dómari, áðrenn hann dømdi teir báðar lívlangt fongsul.